Um tú ætlar at leggja av at roykja, er nýggja tablettin Champix langt frá nakað undur. Umframt, at útlitini fyri at tað eydnast eru vánalig, kanst tú fáa marruna av viðgerðini, sum kostar 2400 krónur. Í danska Forbrugerráðnum sigur heilsupolitiski talskvinnan Margrethe Nielsen við Ekstra Blaðið, at heilivágsídnaðurin eigur at siga allan sannleikan, tá nýggjar vørur verða sendar á marknaðin.