Í dag klokkan 16 verður aftur ein øðrvísi gudstænasta í Vesturkirkjuni í Havn, rópt G2. Hetta er nýggja gudstænastan, sum er hvønn fyrsta sunnudag í mánaðinum. Hon verður kallað G2, tí hetta er onnur gudstænastan hesar sunnudagar.
- Gudstænastan er øðrvísi enn gudstænastan sunnumorgnar. Felagssangurin er nýggjari kristin sangur, har ein tónleikabólkur spælir undir. Foreldur eru vælkomin at taka børnini við, og pláss verður gjørt í kirkjuni, har børnini kunnu vera.
Fólkakirkjan vísir á, at við hesar serstøku gudstænastur verður serligur dentur lagdur á felagsskapin við millum annað kirkjukaffi, har fólk kunnu koma hvørjum øðrum við.
- Hildið verður fram við prædikurøðini frá seinastu ferð, og verður dentur við gudstænastuna í dag lagdur á, hvussu vit menniskju stríðast við ringari samvitsku yvir ikki at halda teir karmar, vit meta vera sunnar og góðar. Samstundis vóna vit eina bjartari framtíð. Hetta hevur Bíblian nakað sera positivt at siga um.
Tað verður Derhard Jógvansson, sum fer at prædika, og øll eru hjartaliga vælkomin í Vesturkirkjuna klokkan 16 í dag.









