Tað var øgiligur fagnaður í heimaleguni, og vónbrotið sást væl í leguni hjá gestunum, tá ið Jóhan Hendrik Ellefsen bríkslaði fyri síðstu ferð.
Einki forgjørt var í hesum. Í fimta umfari í fjør kom tað illa við hjá Víkingi, tá ið tað á heimavølli endaði málleyst ímóti TB, sum tá vann ársins fyrsta stig.
Tí var lættin stórur, tá ið tað í 95. minutti loksins eydnaðist at skora 1-0 sigursmáli. Málskjútti var Finnur Justinussen, sum fleiri ferðir fyrr í dag hevði verið tætt við. Innskifti Martin Klein Joensen royndi seg við stútara, Nikola Stoisavljevic í TB málinum hálvbjargaði, og so var gamli málrevurin Finnur Justinussen á rætta stað og í røttu løtuni.
TB spælararnir vóru ógvuliga vónbrotnir. Teir hildu seg til tað, sum teir og Michael Winter høvdu avrátt, og eitt stig í úrtøku í Sarpugerði hevði verið meiri enn góðtikið avrik.
Víkingur var nógv á bóltinum, og Víkingur var nógv í álopi, men tað eydnaðist illa at fáa bóltin framvið nýggja TB málverjanum.
TB verjan var væl skipað, og TB miðvøllurin evnaði væl at vísa tol og samanspæla. Tað sá út til, at hetta fór at bera eitt stig við sær, men soleiðis varð tað ikki, og tað fegnast tey í Sarpugerði um.
Víkingur – TB 1-0 (0-0)
1-0: Finnur Justinussen
Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen
Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Ari Olsen, Atli Gregersen, Gunnar Vatnhamar, Bergur Gregersen – Jákup Johansen, Géza David Turi, Noah Mneney, Olaf Bárðarson – Sølvi Vatnhamar, Finnur Justinussen
TB: Nikola Stoisavljevic – Aron Sørensen, Teitur Olsen, Simon S. Rasmussen, Eirikur M. Ellendersen – Dánjal Godtfred, Ndende Adama Guéye, Nikolei Johannesen, Samudeen Musah – Bessijan Kastrati, John Villi Wøldike