Formansskifti
? Tað verður ikki lætt at lyfta arvin eftir Karl Johansen.
Tað viðgongur Jan Midjord, nýggjur formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag.
Hann hevur nú tikið við sum formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag eftir Karl Johansen, sum brádliga doyði í farnu viku.
Hann var næstformaður í Havnar Arbeiðsmannafelag og nú formaðurin legði árarnar inn, tekur hann við sum formaður.
Hóast Jan Midjord ikki hevur verið so nógv frammi í fakfelagshøpi, er hann ongin ársungi í fakfelagspolitikki, og tað er ikki ein heilt óroyndur maður, sum nú tekur við starvinum sum formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag.
Hann hevur verið í nevndini í Havnar Arbeiðsmannafelag í útvið 10 ár og hetta er onnur seta hansara sum næstformaður, hvør seta er tvey ár.
Hovlig linja
Tey, sum kenna hann úr nevndini í HavnarArbeiðsmannafelag bera honum tað, at hann er ein dámligur maður, siðiligur og hovligur.
Karl Johansen var ikki ein fakfelagsformaður, sum var kendur fyri at fara í verkfall, hvørja ferð høvið beyðst.
Og tað skulu vit heldur ikki væntað, fer at eyðkenna nýggja formannin.
Hann sigur, at hann fer at leggja somu hovligu linjuna, sum Karl Johansen legði.
?Tað er ikki loysnin at fara í verkfall í heilum. Verkfalsvápnið skal brúkast við størsta varsemi og tað man vera ein royndur lutur, at tað kemst longst við samráðingum.
Men tað skal heldur ikki misfatast soleiðis, at nýggi formaðurin fer at lata sær alt lynda.
?Sjálvandi skulu vit krevja okkara rætt og sjálvsagt skulu vit hava tær sømdir, vit halda okkum eiga. Arbeiðsgevarin letur onki frá sær góðvilliga . Og stendur á, eiga vit heldur ikki at aftra okkum við at brúka verkfalsvápnið, sigur Jan Midjord.
Annars fer at hann at føra arbeiðið eftir somu kós, sum Karl Johansen legði.
? Tað er ein stór ábyrgd at vera formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag, ikki bara fakfelagspolitiskt, men eisini tí at felagið umsitur stórar ognir og mógvan pening. Tí ræður um at stíga varliga og ikki at leypa framav, sigur hann.
Viðbøturnar upp
Karl Johansen segði við Sosialin beint fyri nýggjár, at tyngsta takið hjá Havnar Arbeiðsmannafelag í hesum árinum verður at fáa viðbøturnar fyri ymisk arbeiði, upp.
Og tað er nýggi formaðurin púra samdur um.
?Nógv tað mesta arbeiði eru blivin serarbeiði. Men viðbøturnar vit fáa fyri ymisk serarbeiði, sum t.d. at koyra stórar trukkar, kranar og annað, er heilt afturútsigld og tað verður størsta uppgávan hjá okkum at fáa viðbøturnar upp.
Og tá ið hann sigur upp, meinar hann munandi upp.
Men Jan Midjord er eisini greiður yvir, at tað verður eitt tungt hoyggj at draga. Men tað skal dragast.
? Viðbøturnar fyri ymisk arbeiði eru bara nakrar heilt fár krónur, men tær skulu heilt munandi upp,sigur hann, uttan at hann tó vil seta tal á.
Hann sigur, at Havnar Arbeiðsmannafelag júst hevur vent sær onnur fakfeløg um at fara undir samráðingar við arbeiðsgevaran í felag um viðbøturnar.
Hann sigur, at enn veit hann ikki, hvørji fakfeløg verða við, men talan kann verða um Havnar Arbeiðskvinnufelag, arbeiðarafeløgini í Klaksvík og Føroya Arbeiðarafelag- og tilsamans eru øll arbeiðsfólk í landinum limir í onkrum av teimum feløgunum.
Men at Havnar Arbeiðsmannafelag í hvussu so er fer undir hesar samráðingarnar er ongin ivi, tí tá í sáttmálasamráðingar vóru seinast, varð skrivlig semja gjørd við arbeiðsgevararnar um at fara undir slíkar samráðingar í ár.
Hvussu langa framtíð, Jan Midjord hevur í Havnar Arbeiðsmannafelag, er tað ongin sum veit enn. Sjálvur hevur hann ongar tankar gjørt sær um at bjóða seg fram sum formansvalevni, tá ið val verður aftur.
?Eg havi bara verið formaður í nakrar dagaro g slíkar spurningar havi eg als ikki hugsa um enn.
Eitt annað er so tað, at óvist er, nær formansval verður aftur. Í løtuni verða lógirnar fyri Havnar Arbeiðsmannafelag tráðlisnar fyri at vita, hvussu rætta mannagongdin er í hesum føri, um formaðurin veðrur sitandi til regluligi aðalfundurin verður aftur, ella um kallast skal til eykaaðalfund at velja nýggjan formann.
Jan Midjord er 48 ára gamal, slektaður av Økrum, men flutti til Havnar síðst í sekstiárunum. Síðani hevur hann m.a. arbeitt hjá Farodane, hjá glasvirkinum hjá Finni Olsen og í hjá Strandferðsluni í 24 ár. Fyri trimum árum síðani fór hann aftur í starv hjá Farodane, har hann nú arbeiðir.