- Tað verður trupult at loysa knútin

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, ivast onga løtu í, at tað verður trupult at loysa knútin, sum hevur tikið seg upp í samráðingunum millum Føroyar og Noreg

Fiskivinnustríð

 

Enn eru ongar nýggjar samráðingar avtalaðar millum Føroyar og Noreg um nýggja fiskiveiðiavtalu fyri 2009. Líkt er heldur ikki til, at nøkur gøta er lættgongd í komandi samráðingum, soleiðis sum norðmenn hava læst seg fastar í, at avtalan um eykakvotuna av makreli millum londini skal tvinnast uppí vanligu fiskiveiðiavtaluna millum londini.

- Samband er millum partarnar, men einki ítøkiligt er á borðinum enn, sigur landsstýrismaðurin, sum harmast um norsku krøvini um makrelin, ið hann heldur vera órímilig – fyri ikki at siga sera órímilig og ódámlig.

Strandalondini í verandi makrelavtalu eru í løtuni ES, Noreg og Føroyar.

Umframt avtalaða býtið av makrelkvotuni, hevur ES ásett sær eina eykakvotu sunnanfyri upp á 35.000 tons, og tí hevur eisini ligið í kortunum, at Noreg og Føroyar fóru at áseta sær eina tilsvarandi kvotu norðanfyri.

- Vit hava slett ikki tosað við norðmenn um hetta, og tá samráðingar vóru í Føroyum herfyri um vanligu fiskiveiðiavtaluna, tengdu norðmenn eykakvotuna av makreli upp í fiskiveiðisamráðingarnar.

Jacob Vestergaard sigur, at norska kravið upp á tey 35.000 tonsini eyka av makreli skuldi vera 80%.

- Men hetta kundu vit slett ikki góðtaka. Vit vildu hava, at fiskiveiðiavtalan landanna millum fekst upp á pláss, og síðan kundu vit finna út av makrelbýtinum. Men hetta vildu norðmenn ikki. Teir tvinnaðu býtið upp í samlaðu avtaluna.

Landsstýrismaðurin er vónbrotin av, at avtalan, sum Føroyar og Noreg gjørdu fyri jól um, at skipini hjá hvørjum øðrum kundu fiska uppá konto, til endaliga fiskiveiðiavtalan var komin upp á pláss, varð kveistrað til viks av norðmonnum.

- Vit viðgera nú støðuna neyvt her heima, og tá vit eru komin til eina niðurstøðu, fara vit aftur til samráðingarborðið, sigur Jacob Vestergaaard, sum harmast um, at norðmenn tykjast vilja brúka fiskiveiðiavtalun sum jarnbrot í stríðnum um ein størri part av makrelkvotuni.