Tað verður trongt til Nephew

Jón Tyril, stjóri á G!-festivalinum, væntar, at tað verður trongt, meðan Nephew er á pallinum, men spæliplássið kann hýsa framførsluni. Jón Tyril sigur, at G!-festivalurin hevur selt millum 4000 og 5000 atgongumerkir, og flestu teirra fara helst at lurta eftir Nephew.

 

- Spæliplássið er góðkent spælistað til 4000 fólk, men vit kunnu hýsa øllum, um tørvur er á tí. Tað verður lítið av plássi, men øll sleppa inn, greiðir hann frá.

 

Hann vissar um, at áskoðararnir verða ikki í vanda.

 

- Vit eru væl fyrireikað við fleiri vaktum, so vit eru til reiðar, sigur Jón Tyril.

 

Nephew spælir klokkan 23.40.