Sáttmálasamráðingar
Sáttmálasamráðingarnar ímillum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið um nýggjan sáttmála, eru byrjaðar.
Nakrir fundir hava verið og hildið verður fram komandi dagarnar.
Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum sigur, at enn eru tey ongan veg komin, men hann sigur, at samráðst verður í einum positivum anda.
Kortini væntar hann, at samráðingarnar verða torførar.
Vil ikki siga so nógv um samráðingarnar, ella, hvat Starvsmannafelagið hevur kravt.
Men vit kenna øll útspælið frá landssýtýrinum og tað er, at ongin lønarhækking skal vera.
Samstundis hevur landsstýrið boðað frá, at einhvør lønarhækking skal takast inn aftur við sparingum, tí útreiðslurnar til lønir skulu ikki hækka á komandi fíggjarlóg.
Gunnleivur Dalsgarð sigur, at undir slíkum umstøðum verður tað torført at koma til eitt úrslit, tí skal lønin standa í stað, merkir tað í veruleikanum, at keypiorkan lækkar av tí at prísirnir fara uppeftir alla tíðina.
Sostatt merkir tað at lønin ikki skal hækka í veruleikanum at lønin lækkar og tað hevur Starvsmannafelagið ongan hug til at góðtaka.
Landsstýrið boðaði eisini frá, at peningur fer ikki at verða settur av á fíggjarlógini fyri næsta ár til møguligar lønarhækkingar.
Men tað órógvar ikki formannin í Starvsmannafelagnum.
Tað plagar lansstýrið ongantíð at gera, so tað er ikki øðrvísi enn vanligt, sigur hann.
Landsstýrið hevur øll árini sagt, at verður ein ávís upphædd sett av á fíggjarlógini til lønarhækkingar kann tað fatast sum ein ábending tilf akfeløgini um, hvat Landsstýrið er til reiðar at góðtaka av lønarhækkingum.