EM-undankapping
Nógv hevur verið tosað og gitt um, hvussu styrkismetingin til komandi EM-undankappingina fer at verða.
Ymsir møguleikar hava verið nevndir, men fríggjadagin boðaði boðaði UEFA so endaliga frá, hvussu farast skal fram.
Torført hjá Føroyum
Tíverri fyri Føroyar hevur altjóða fótbóltssamgongan gjørt av, at liðini verða býtt í 10 bólkar við fimm liðum í hvørjum.
Í hesum er føroyar í niðasta styrkislagnum, og tað merkir so, at vit ikki fáa møguleikan at hitta onkrar av veikastu europeisku fótbóltstjóðunum, soleiðis sum annars hava havt møguleika til, tá talan hevur verið um níggju bólkar.
Umframt Føroyar, eru tey níggju liðini í veikasta bólkinum, Armenia, Moldova, Albania, Aserbajdsjan, Liechtenstein, San Marino, Malta, Luxembourg og Andorra
Sjeyndu ferð
So er bert eftir at vóna, at Føroyar hesa ferð kunnu sleppa at hitta onkra av veruliga stóru fótbóltstjóðunum. Í teimum seks undanfarnu kappingunum, hava vit enn ikki havt møguleikan at spæla móti londum sum Ongland, Italia ella Týsklandi, og ikki minst fyri pengakassan hjá FSF hevur tað verið dyggur smeitur, at sterkastu liðini Ístaðin hava verið Russland, Kekkia, Rumenia og Jugoslavia, men hvør veit.
Niðanfyri verða londini í ymsu styrkisbólkunum reksaði upp, og koma Føroyar í bólk við eitt land úr hvørjum styrkisbólki. Sjálvt lutakastið fer fram hin 25. januar.
Lag 1: Frakland, Svøríki, Spania, Kekkia, Týskland, Rumenia, Italia, Belgia og Turkaland.
Lag 2: Russland, Kroatia, Danmark, Holland, Jugoslavia, Poland, Ongland, Slovenia, Ukraina og Skotland
Lag 3: Eysturríki, Noreg, Slovakia, Ísrael, Sveis, Ísland, Bulgaria, Finnland, Grikkaland og Ungarn
Lag 4: Kypern, Bosnia-Herzegovina, Hvítarussland, Wales, Estland, Letland, Norðurírland, Georgia, Makedonia og Litava.