Schumann Hjaltalin
býráðslimur. Valevni fyri Sambandsflokkin
Kommunur vóru settar undir umsitng, skatta- prosentið fór heilt uppí topp. Táverðandi landsstýri álegði kommununum, at seta eitt skattaprosent millum 16 og 23 %. Fólk í hópatali misti arbeiðið, eins og nógv fólk fluttu av landinum. Fólk vóru rikin frá hús og heimi við hamarslagi í Fútarættinum. Alt virksemi steðgaði mestsum upp.
Tað sokallaða komunala sjálvstýrið ella tann kommunali sjálvavgerðarrætturin var burtur. Fíggjarætlanir sum kommununar høvdu lagt, vóru skúgvaðar til viks.
Komunala eftirlitið hjá landsstýrinum skuldi nú nærmast stýra komununum, hetta eftirlitið, sum hevði givið loyvið til allar lántøkunar sum kommununar høvdu tikið, nú var ov seint. Men verðuleikin var so har.
Her máttu allar góðar kreftir bróta upp um armar og so var farið til verka á nýggjárinum í 93.
Nógv av tí arbeiði sum var neyðugt at gera var útsett, fólk vóru søgd úr starvi og tey, sum vóru eftir máttu renna skjótari. Rationaliseringar og sparingar vóru gjørdar og neyðugt var at klára seg við minni peningi. Mestsum ongar íløgur vóru gjørdar.
Eftir tað mest báldrutu tíðarskeiði í nýggjari tí, hevur tað eydnast okkum at svara øllum skildum, sum kommunan hevur.
Virksemi í kommununi er í dag økt soleiðis, at tað í dag er arbeiði til allar hendur, men tá ringast stóð til var arbeiðsloysið um 25 %.
Við tí sum her er nevnt kunnu vit ikki leggja okkum afturá og rokna við, at nú er alt í fínsta lagi, tað eru enn nógvir trupuleikar á vegnum, sum skulu loysast og hetta verður ikki loyst av sær sjávum.