Fyrradagin vóru 26 ár liðin síðani kollveltingina í Iran, og í einari røðu nýtti Mohammad Katami, forseti, høvi til at minna fólkið á, at fíggindin hóttir við álopi fyri at fáa iranar at gera, sum Vesturheimurin sigur.
-Øll tann irakska tjóðin fer at svara øllum hóttanum og álopum. Koma álopsmenninir inn um mark okkara, fara vit at svara teimum við einum brennandi helviti, segði forsetin. Hann nevndi einki land, men tað var eingin ivi um, hvat mannfjøldin hugsaði.
-Amerika skal doyggja! Amerka skal doyggja, rungaði tað frá teimum túsundtals áhoyrarunum.
Tær seinastu vikurnar hevur George W. Bush, forseti, hvest orðalagið, tá hann hevur tosað um Iran, og mikudagin segði hann, at iranar mugu skilja, at umheimurin kann ikki góðtaka, at Iran fær sær kjarnorkuvápn. Amerikanska stjórnin heldur, at tey evropeisku londini eiga at leggja størri trýst á stýrið í Teheran, og hetta var eisini eitt av evnunum á Evropa-ferðini hjá Condoleezzu Rice, uttanríkisráðharra í vikuni.
Vesturlendskir diplomatar í Teheran siga við tíðindastovuna Reuter, at vandin fyri einum amerikonskum álopi á Iran er lítil. Harafturímóti bendir nógv á, at Iran og trygdarráðið hjá ST kunnu bresta saman, tí ST er sera misnøgt við, at leiðarin fyri iransku kjarnorkuverkætlanini hevur sagt, at Vesturheimurin kann ikki steðga iransku verkætlanini.
Amerikonsk bløð vildu í síðsta mánað vera við, at servandir amerikanskir hermenn hava longu verið í Iran og skrásett møgulig bumbumál har.