Tað verður stríð um Útnyrðingsleiðina

Bráðnar ísurin norðanfyri, soleiðis sum vísindafólk vænta, kann tað elva til stríð um, hvør skal hava ræðið í økinum, sum tá kemur undan kavi. Olja og gass kunnu verra undir havbotninum.


Farleiðin eystur og vestur ígjøgnum tað arktiska økið er vanliga so full av ísi, at tað er ikki siglandi har, men nú ísurin eftir øllum at døma minkar, eru reiðarar og onnur farin at hugsa um, hvussu nógv kann sparast í framtíðini við at sigla tann vegin. Tað skrivar Svenska Dagbladet.

-Granskarar siga, at ísurin hvørvur kanska longu í 2020 ella kanska í 2070, men skuldi tað hent, at hann hvørvur um eini 20 ár, ræður longu nú um at fyrireika seg til tær broyttu umstøðurnar, sigur hernaðarserfrøðingurin Robert Hucbert á lærda háskúlanum í Calgary í Kanada við blaðið.

Tann stóri áhugin fyri økinum, sum kemur undan ísinum, kemst ikki bara av, at vit fáa eina nýggja siglingarleið. Granskarar halda, at tað eru góðir møguleikar at finna olju og gass undir havbotninum har.

Kanada og USA hava í áravís tingast um viðurskiftini í tí arktiska økinum, men higartil eru tey bara vorðin samd um at vera ósamd. Kanada hevur alla tíðina hildið uppá, at tað opna havið norðanfyri meginlandið verður kanadiskt havøki, meðan skiftandi amerikanskar stjórnir hava havt ta áskoðan, at havleiðin verður altjóða siglingarleið. Tað sama siga Russland og ES.

Kanadiski forsætisráðharrin, Stephen Harper, hevur fleiri ferðir sagt, at Kanada eigur at økja sítt hernaðarliga virksemið norðanfyri, men higartil hevur stjórnin ikki havt teir neyðugu pengarnar til tess.

-Vit hava ikki tað góða eftirlitið, og okkara ísbrótarar eru gamlir, sigur Robert Hucbert við Svenska Dagbladet.

Granskarar ivast ikki í, at ísurin fer at bráðna, men teir vita ikki nær, og hvussu. Teir flestu halda, at tey fyrstu árini fara stór ísfjøll at reka á havinum, soleiðis at farleiðin ikki verður egnað til sigling fyribils.

Í fjør vóru annars 100 ár, síðani Roald Amundsen sum tann fyrsti sigldi við skipi ígjøgnum Útnyrðingsleiðina.