Talan er um sannan vinardyst, tá ið oddaliðið í landskappingini og steypavinnarin, B36, í morgin fer norður á Mølina á Eiði. Á EB/Streyma liðnum eru nógvir spælarar, sum fyrr hava roynt seg í B36 ? Magni á Lakjuni, Egil á Bø, Ronnie Samuelsen, Jákup Martin Joensen, Pazek og Piotr Krakowski var venjari í fjør og í fyrraárið, tá ið B36 vann bæði steypakappingina og landskappingina.
Men eingin skal billa sær inn, at teir í EB/Streymi standa við stigunum í hondini, og at teir ætla at rætta B36 tey uttan nakað sum helst.
? Teir hava eitt fínt lið, og eg rokni hesa uppgávuna at vera eina at teimum heilt truplu, sigur veteranurin Jens Kristian Hansen, sum sat uttanfyri og hugdi at, og heilt víst ikki hevur gloymt ta ferðina, tá ið EB/Streymur í øðrum umfari var í Gundadali og vann 3?1 ímóti B36.
B36 hevði bara frí í eina viku, eftir at 10. umfarið í landskappingini var spælt. Í hesi vikuni hava teir havt frí síðani ólavsøkudag. Fyrsta venjingin skuldi vera í gjárkvøldið. Tað hevur ikki verið nakað at hoyrt um skaðar. Tað einasta, sum er púra greitt, er, at Fróði Clementsen verður ikki við. Hann sá reytt í longdu leiktíðini í steypafinaluni og er tískil leikbannaður.
Pazek aftur komin
Á Eiði siga teir, at tað hevur verið rættuliga hugaligt at vant síðani summarsteðgin. Allir spælararnir, sum vóru við undan summarsteðginum, eru framvegis í felagnum. Pazek, sum í fyrstu umførunum var stinnur miðverji, hevur leingi verið burturfrá, tí hann var skurðviðgjørdur fyri næstan tveimum mánaðum síðani. Í hesi vikuni er hann komin aftur úr Póllandi, har hann er komin fyri seg aftur. Hann hevur vant í Póllandi í tríggjar vikur, men í gjár var ikki greitt, um hann verður við frá byrjan í morgin.
Í fjør endaði tað 1?1 millum EB/Streym og B36 á Mølini. Í fyrra árið var GÍ, sum tá var oddalið, í fyrsta umfarinum eftir summarsteðgin í fjør, á Mølini. Teir megnaðu ikki at vinna, og tað var byrjanin til støðuga afturgongd. B36 yvirtók oddasessin og vann FM. Nú fæst at síggja, hvussu tað fer at hilnast hjá B36, sum nú er oddalið.