Tað verður silvur ella einki

Árni Frederiksberg umboðar seinnapartin fyri síðstu ferð barndómsfelagið, sum hann spælir fyri 240. ferð í fremstu røð

NSÍ fær vitjan av KÍ seinnapartin.

Tað snýr seg um at vinna silvurkrónurnar. Hjá NSÍ er tað nóg mikið við javnleiki. Um KÍ skal vinna silvur, so skulu klaksvíkingar vinna fulla úrtøku ídag.

Møguleiki er fyri, at taparin í dag endar á fjórða plássi. Soleiðis verður tað, um B36 vinnur á Skála.

 

Tað er ikki alment enn, men tað sigst vera vist, at Árni Frederiksberg nú flytur úr NSÍ og í B36. Spælarin, sum tey í NSÍ nú biðja farvæl, umboðar í dag fyri 240. ferð barndómsfelagið í fremstu røð.

Øssur Dalbúð, sum fyri einum mánað síðani varð skurðviðgjørdur í fótinum, hevur í vikuni verið á vøllinum. Tað er møguleiki fyri, at hann verður á listanum ídag.

Tað er ikki greitt, um Sámal Erik Hentze fer at halda fram sum venjari hjá NSÍ.

 

Tað er greitt, at Mikkjal Thomassen fer at halda fram sum venjari í Klaksvík. Hann og KÍ hava vunnið silvur tvey tey seinastu árini, og tað ætla klaksvíkingar sær eisini at vinna ídag.

Tá ið KÍ tíðliga í hesum kappingarárinum var í Runavík, endaði tað við 1-0 KÍ sigri.

Tað er ivasamt, um miðverjin Deni Pavlovic er førur fyri at spæla ídag.