- Tað verður ringt, men vit kunnu yvirraska

Páll Augustinussen og Óli Holm eru komnir norð til Havnar at hyggja eftir landsdystinum

Tveir fyrrverandi VBarar komu inn á gólvið hjá Miðlahúsinum í dag.

 

Páll Augustinussen og Óli Holm eru báðir fyrrverandi fótbóltsspælarar, ið enn hava stóran áhuga fyri fótbólti.

 

Teir eru komnir norð til Havnar at hyggja eftir landsdystinum millum Føroyar og evropameistararnar úr Portugal.

 

Teir eru báðir samdir um, at Ronaldo má steðgast um vit skulu hava ein møguleika fyri at fáa eitt gott úrslit.

 

- Vit skulu seta ein skjótan mann á Ronaldo og fáa hann øran. Set Gilla á hann og fá Ronaldo illan. Tú sær hvussu hann gronast tá hann einki fær burturúr, sigur Páll Augustinussen.

 

Óli Holm er samdur í, at vit skulu dempa Ronaldo, men hann heldur ikki at vit kunnu fáa hann lættliga úr dystinum.

 

- Vit skulu halda teimum í ein hálvan tíma. Er tað 0-0 tá, so kunnu vit fáa eitt gott úrslit, sigur Óli Holm.

 

Vunnu við VB í 1970unum

 

Bæði Páll og Óli spældu nógv við VB seinnu helvt av 1960unum og í 1970unum. Teir vórðu m.a. við at vinna steypakappingina við VB í 1974. Finalan var í tveimum dystum ímóti HB. VB vann fyrra dystin 4-0 og HB vann seinna dystin 5-3. Óli Holm, ið var forseti í FSF 2004-08, skoraði málið til 3-3 í seinna dystinum.

 

Páll Augustinussen var eisini landsliðsspælari. Hann minnist, at umstøðurnar tá vórðu ikki heilt tær somu sum nú.

 

- Landsliðið var í Hetlandi einaferð fyrst í 70unum. Tað var ikki tað sama sum nú. Til dømis búðu vit í eini gamlari kirkju, sum var umbygd til eitt kapell, sigur Páll Augustinussen.