Tað verður ikki enn á sinni, at nýggjur vegur verður gjørdur ímillum Hvítanes og Havnina í sambandi við Eysturoyartunnilin.
Tað gera tinglimir í Javnaðarflokkinum púra greitt, nú Løgtingið viðgerð fíggjarlógina fyri næsta ár.
Innkomuvegurin til Havnar hevur ofta verið nevndur sum ein tann týdningarmiklasta vegagerðin av øllum, tí tá ið Eysturoyartunnilin verður tikin í brúk, er væntandi, at ferðslan til og úr Havnini fer at økjast fleiri túsund bilar um dagin, og verður nýggjur vegur ikki gjørdur, verður ruðulleiki í ferðsluni.
Í ár eru 11 milliónir settar av til vegin og samgongan ætlar at seta 10 milliónir av til vegin næsta ár, og tað hevur fingið borgarstjóran í Havn at fegnast um, at vegurin loksins verður gjørdur.
Men tinglimirnir, Aksel V. Johannesen og Heðin Mortensen fyri javnaðarflokkin, halda ikki, at borgarstjórin skal fegnast ov tíðliga, tí pengarnir, sum verða settir av til innkomuvegin, røkkur ongan veg.
Teir vísa, at talan er um eitt arbeiðið, sum kostar langt yvir 100 milliónir, so tær 10 milliónirnar, sum verða settar av næsta ár, muna einki. Og teir staðfesta samstundis, at í 2022 er ikki ætlanin at seta eina krónu av til innkomuvegin, men í 2023 er so ætlanin at játta 10 milliónir afturat.
Sostatt verður tað ikki hesi fyrstu árini, at ein nýggjur vegur kann verða tikin í brúk, siga teir báðir.











