Tað verður munandi lættari

- Tað sigur seg sjálvt, at tað verður munandi lættari at ferðast úr Norðoyggjum vestur á flogvøllin, tá Norðoya tunnilin eisini er komin, sigur Jákup Ziskason, sum ferðast nógv uttanlanda.
Hann vísir á, at nú slepst undan at standa í bíðirøð á Oyrargjógv, og til ta tíð slepst eisini undan tí í Leirvík, so tá fara fólk at vinna nógva tíð í ferðing.
- Um ein skal við flúgvaranum klokkan 11 úr Vágunum, so verður tað ikki neyðugt at fara úr Klaksvík fyrr enn um hálvgum níggju tíðina tá. Sum er noyðast vit at fara klokkan eitt korter til átta, so tað verður bara gott, sigur Jákup Ziskason, sum seinast tá hann var burtur, noyddist heimafturkomin at bíða fyrst á Oyrargjógv ein túr, og síðani yvir tveir tímar eftir Dúgvuni, sum tá vegna veður sigldi á Fuglafjørð.