Tað verður lutakast

Ósemjan millum londini í okkara EM-bólki hevur nú við sær, at UEFA fer at kasta lut um dystarskránna í bólkinum.

Føroyar hava saman við Fraklandi, Italia, Ukraina, Skotland, Litava og Georgia roynt at funnið eina semju um, nær dystirnir millum londini skulu spælast, men tað bar ikki til at finna semju. Reglarnar siga, at so skal UEFA hava lutakst um, hvussu dystirnir verða spældir, og UEFA hevur nú boðað frá, at hetta lutakast verður Nyon tann 9. mars.
FSF heldur, at hetta kann hava sera óhepnar fylgjur við sær, tí nú hava Føroyar onga ávirkan á, hvussu dystirnir verða lagdir.