Triðja umfar er liðugt, og nú verður long páskafrítíð í fótbóltinum.
Fjórða umfar verður 2. páskadag og mikukvøldið eftir páskir. At tveir dystir eru fluttir frá 2. Páskadegi og til mikukvøldið kemst av, at landsliðsspælararnir skulu í sóttarhald, tá ið teir koma aftur av landsliðsferðini.
Landsliðið savnast mánamorgunin. Mánadagin og týsdagin verður vant á Tórsvølli, og mikudagin verður farið til Moldova, har HM undankappingardystur verður hóskvøldið. Pálmasunnudag verður spælt í Eysturríki, og so verður dystur annað mikukvøld í Skotlandi.
Í fjórða umfari verður spælt soleiðis:
2. páskadag: B68 – ÍF, 07 Vestur – EB/Streymur og TB – B36.
Mikukvøldið 7. apríl: KÍ – HB og NSÍ – Víkingur.
Sum tað sæst á støðutavluni, so eru greipuvinnararnir í HB eftir trý umfør fimm stig aftanfyri KÍ. Um tað eydnast HB at vinna, so verður frástøðan fram til KÍ bara tvey stig. Um tað eydnast KÍ at vinna, so verður HB átta stig frá toppinum.
3. umfar
Víkingur - HB 2-1
ÍF - 07 Vestur 3-1
NSÍ - EB/Streymur 3-0
B36 - B68 0-0
TB - KÍ 0-5
KÍ | 3 | 3 | 0 | 0 | 11 | 0 | 9 |
ÍF | 3 | 2 | 1 | 0 | 7 | 3 | 7 |
Víkingur | 3 | 2 | 1 | 0 | 3 | 1 | 7 |
B36 | 3 | 1 | 2 | 0 | 2 | 0 | 5 |
HB | 3 | 1 | 1 | 1 | 6 | 4 | 4 |
NSÍ | 3 | 1 | 0 | 2 | 5 | 7 | 3 |
07 Vestur | 3 | 1 | 0 | 2 | 4 | 7 | 3 |
EB/Streymur | 3 | 0 | 2 | 1 | 1 | 4 | 2 |
B68 | 3 | 0 | 1 | 2 | 2 | 7 | 1 |
TB | 3 | 0 | 0 | 3 | 1 | 9 | 0 |