Tað verður krút í grannauppgerðini

Tað eru fleiri ár síðani, at fyritreytirnar fyri tættari uppgerð á vestara armi av Skálafjørðinum hava verið so góðar, sum tær nú tykjast at vera

Fótbóltur

 

Tað verður grannauppgerð á Svangaskarði sunnudagin. NSÍ skal út at vitja B68, og soleiðis sum gongdin hevur verið tær seinastu ferðirnar, so er lagt upp til tættari stríð, enn tað hevur verið fleiri av undanfarnu árunum, tá ið NSÍ hevur vitjað á Svangaskarði.

Inntil miðskeiðis í níti árunum var tað NSÍ, sum ferðaðist upp og niður millum tvær tær ovastu deildirnar. Í hesi øldini hava teir í Runavík átt fast pláss í fremstu røð, meðan toftamenn hava verið eitt sindur ódrúgvari.

At tað ikki hevur hilnast so væl hjá B68 hevur sæst aftur í úrslitunum á heimavølli ímóti grannunum hesar seinastu ferðirnar. Í fjør var B68 í næstbestu deildini, í 2006 vann NSÍ 5-1 á Svangaskarði, í 2005 var B68 í næstbestu deildini, og í 2004 vann NSÍ 5-0 á Svangaskarði. Tá ið NSÍ í 2. umfari 19. apríl í ár vann 2-0 á Svangaskarði var úrslitið, sum tað varð roknað við.

Seinasti B68 heimasigurin ímóti NSÍ er fimm ára gamal. Í 2003 vann B68 3-2. Síðani hevur NSÍ verið omaná, men soleiðis sum úrslitini hava lagað seg seinastu ferðirnar, so kundu tey bent á, at tað hesa ferð verður torførari hjá meistarunum at tryggja sær øll stigini, enn tað hevur verið seinastu ferðirnar, tá ið teir hava vitjað á Toftum.

Burturúr teimum trimum umførunum síðani summarsteðgin hevur B68 úrtøkan verið níggju stig, og hjá NSÍ hevur hon verið eitt stig! Hetta er avgjørt ikki í tráð við tað, sum tað frammanundan varð roknað við. Á støðutalvuni er munurin millum hesi bæði feløgini farin at tódna, og nú fæst at síggja, um gongdin fer at síggjast aftur í grannauppgerðini.

Hjá NSÍ er miðverjin og liðformaðurin Óli Hansen tøkur aftur eftir leikbann. Jóhan Troest Davidsen, Jónas Þór Næs og Bogi Løkin hava verið burturstaddir í landsliðsørindum í vikuni. Teir fara at venja saman við liðfeløgunum í kvøld.

Eingin B68 spælari hevur verið í Portugal. Tað er greitt, at Pól Jóhannes Justinussen, sum hevur verið sera stinnur miðverji, síðani hann flutti úr NSÍ og til B68, ikki fer at spæla sunnudagin, og at heldur ikki Jann Martin Mortensen fer at spæla. Teir eru ikki skaddir, og teir eru ikki leikbannaðir, men feløgini hava í sambandi við flytingina avrátt, at teir ikki skulu spæla ímóti sínum gamla felag.

Senegalesiski miðverjin Landing er um at vera tøkur aftur hjá B68. Hann breyt seg sundur heilt tíðliga í kappingarárinum, og hevur síðani tá ikki verið førur fyri at spæla.