Tað verður kappróður á norðoyastevnu

Í dag er gjørt av, at kappróðurin í summar verður soleiðis, sum tað upprunaliga varð ætlað

Róðrarsambandið hevur í dag havt fund við kappróðrarfeløgini, og nú hevur RSF sent hetta kunningarskrivið út:

 

Róðrarsamband Føroya hevur havt fund við kappróðrarfeløgini í dag, um hvussu FM-kappróðurin skal skipast í ár.

Avgjørt varð, at allir FM-róðrar verða avgreiddir sum upprunaliga ætlað, tó tillagaðir við atlit at tilmælini um smittufyribyrging. Hetta merkir millum annað, at eingir áskoðarir vera á økinum, og at longri verður millum róðrarnar.

Fyrsti róður verður í Klaksvík tann 6. juni 2020.

Neyvari kunning um skipan av róðrinum kemur áðrenn hvønn kappróður, sigur RSF í tíðindaskrivi.