Tað verður kaldari í næstu viku

DMI væntar, at næsta vika sum frálíður bjóðar nakað av kulda og onkur kavaæl

Seinastu dagarnar hevur hitin fleiri dagar verið upp í 8 og 9 stig, og komandi vikan byrjar við sama lýggja veðri. Danska veðurstovan DMI roknar tó við, at mitt í vikuni verður kaldari veður, og møguleiki verður fyri kavaælum.

DMI sigur, at mánadagin verða 10-15 m/s av útsynningi, seinnapartin minkandi niður í 5-10 m/s av útsynningi ella av ymsum ættum. Samdrigið og nakað av regni, um náttina fyri tað mesta turt. Hitin millum 5 og 8 stig.

Týsdagin verða 3-8 m/s útsynningi og suðri, um kvøldið av vestri. Nakað av sól, men út á dagin skýggjað, og um náttina nakað av regni ella vátakava. Hitin um dagin um 7 stig, um náttina millum 2 og 7 stig.

Mikudagin 3-8 m/s av vestri, seinni 8-13 m/s av norði ella landnyðringi, um náttina 3-8 m/s. Samdrigið og onkur vátakava- ella kavaæl. Hitin um dagin upp í 6 stig, um náttina millum 1 kuldastig og 3 hitastig.

Hósdagin 3-8 m/s landnyrðingi, sum frálíður av útnyðringi. Turt og samdrigið. Hitin millum frostmarkið og 3 hitastig.

Fríggjadagin 3-8 m/s av útnyðringi, sum fer í vestan og útsynning og veksur upp í 5-10 m/s. Samdrigið og turt, um náttina einstøk regn- ella vátakavaæl. Hitin millum 2 og 5 stig.