Tað verður ikki Tøfting

- Ja, eg havi sæð hann nevndan ymsastaðni. Men eg kann sláa fast, at eg havi ikki tosað við Stig Tøfting.

Krisjan á Neystabø er ivaleysur, tá hann verður spurdur, hvørt tíðindini á DR í gjárkvøldið vóru sonn.

- Vit hava ársveitsu í kvøld, men har verða eingi nýggj nøvn kunngjørd. Vit arbeiða við bæði hópi og venjara, og tá vit hava tíðindi um hetta, verða tey borin. Men eg kann so siga fyri heilt víst, at Stig Tøfting ikki er millum teirra, sum vit hava tosað við, sigur hann.

 

Tað tykist tó vist, at B36 fær tilgongd av Dmitri Jankovic. Sterki verjuspælarin var partur av liðnum hjá VB/Sumba, ið flutti niður, men nú verður tað helst í B36, at hann skal spæla. Men heldur ikki hetta vil Krisjan á Neystabø gera viðmerkingar til.