Tað verður ikki Símun

Tað verður ikki Símun Joensen sum verður hjálparvenjari hjá B36

Síðani tað í gjár gjørdist alment, at Eyðun Klakstein komandi kappingarár ikki heldur fram sum høvuðsvenjari í B36, hava heitar søgur gingið um hvør skal venja B36 komandi kappingarár.

 

Tað tykist ógvuliga sannlíkt at tað verður Jákup á Borg sum verður høvuðsvenjari, meðan tað er meira ógreitt hvør fer at vera hjálparvenjari hjá honum. Fyrr í dag skrivaðu vit, at tað helst fór at vera Símun Joensen, men Símun vísir í kvøld søguni aftur.

 

Les eisini: Hesin skal venja B36

 

Í stuttari viðmerking við in.fo sigur Símun Joensen, at hann hevur verið í samráðingum við B36, men at hann ikki verður hjálparvenjari har komandi kappingarár.

 

Keldur hjá Miðlahúsinum vilja vera við, at B36 finnur avloysaran internt í felagnum. Sum tað ljóðar eru bestu boðini, John Petersen, sum fyrr hevur verið venjari í felagnum saman við Mikkjali Thomassen, ella Jákup Martin Joensen, sum seinastu árini hevur vant ungdómslið hjá B36, og sum nú er undir a-venjaraútbúgving.

 

Tað tykist tó heilt víst, at tað verður Jákup á Borg sum fer at standa á odda fyri B36 komandi kappingarár.