– Vit blíva við at rulla tað framman fyri okkum, og í løtuni ber ikki til at siga nakað. Tað sigur Jóhanna á Bergi stjóri í Atlantsflog.
Korona hevur lagt tað mesta av flúgvingini lamna og í langa tíð hevur Atlantsflog bara flogið til Keypmannahavnar og til Billund.
Men Atlantsflog hevði lagt eina ætlan um at flúgva til fleiri lond í heyst. Nú í oktober var ætlanin at taka flúgvingina upp á Edinburgj í Skotlandi, upp aftur og í desember var ætlanin eisini at flúgva til Gran Kanaria í Spania.
Upprunaliga skuldu tey fara undir flúgvingina upp á skotska høvuðstaðin, Edingburgh, tann 5. oktober, men tað verður útsett fleiri ferðir tí Bretland er so hart rakt av koronu, at tað er á tí reyða listanum hjá danska uttanríkismálaráðnum. Tað er listin yvir lond, har tað verður mælt frá at fara uttan í bráðneyðugum ørindum.
Í løtuni er tað útsett til. 2. november, men tað er óvist, hvussu tað verður við tí. Og flúgvingina upp á Gran Kanaria torir hon einki at siga nakað um, tí støðan í Spania er líka ring, sum í Bretlandi.
– Vit fáa einki gjørt uttan at fylgja við, hvørji tilmælini í sambandi við ferðing, er, sigur Jóhanna á Bergi.
Men hon sigur, at tey hava fingið eina lítla vón um, at støðan fer at batna, tí myndugleikarnir í Evropa hava tosað um at býta tey ymsu londini upp á partar. Tað merkir, at tað kann fara at bera til at flúgva til Edinburgh, hóast tað verður mælt frá at fara til London og at tað fer at bera til at flúgva til Gran Kanaria, hóast tað verður mælt frá at fara til aðrar partar í Spania
Jóhanna á Bergi sigur, at ty leggja til merkis, at fólk bíleggja ikki ferðaseðil fyrr enn í síðstu løtu, tí tey vita ikki um tey sleppa avstað.
Men annars er eingin vandi fyri at fólk koma at liggja innibrend við ferðaseðlum, tí øllum stendur í boði at fáa pengarnar aftur, ella at fáa ein tilgóðaseðil, so at ferðaseðilin kann brúkast seinni, sigur stjórin í Atlantsflogi.