Aðalfundur
- Vit halda, at virksemi felagsins í so stóran mun sum gjørligt eigur at verða skrásett í ársfrágreiðingini, tí við hesum verður tað savnað á einum stað og er lætt at finna fram aftur seinni, um brúk er fyri tí. Tó ber ikki til at fáa alt við, tí felagið virkar jú hvønn dag. Vit havaokkara skrivstovu, og higar venda fiskimenn sær, tá teir hava trupulleikar ella spurningar at greiða.
Í samandráttinum og niðurstøðuni vísti Óli á, at Fiskimannafelagið eisini hevur eitt umfatandi kunningarvirksemi gjøgnum FF-blaðið og
heimasíðu felagsins.
- Hetta virksemið er bæði ætlað fiskimonnum og almenninginum yvirhøvur - og tað ger eisini sína nyttu, helt hann fyri.
Óli segði, at FF hevur verið umboðað í nevndum, sum eitt nú arbeiddu við kokka-og fiskireiðskapsútbúgving, og hesar nevndir hava lagt fram síni tilmæli til avvarðandi landsstýrismann.
- Í báðum førum eru gjørd beinleiðis tilmæli
um útbúgvingar á økinum.
Serstøk mál
Um tey serstøku málini, sum felagið hevur arbeitt við í farna ári, vísti Óli Jacobsen í fyrsta lagi til tær samráðingar, sum vóru fyrst í hesum árinum, har ábøtur vórðu framdar á sáttmálan, eitt nú við javnføring av upphæddini til eftirlønaruppsparingina í samsvar við lønargongdina.
- Vit royna at leggja dent á trivnaðarmál sum t.d. at fiskimenn sleppa undan at arbeiða í samdøgur út í eitt. Alt hetta eru mál, har tað ikki kemst á mál í einum, og tí varð sáttmálin aftur uppsagdur til 1. desember.
Óli segði, at ein av uppgávunum hjá felagnum er at tryggja fiskimonnum "rættan" prís fyri fiskin., t.v.s.
tann prís sum kann fáast í eini prískapping millum virki.
- Vit greiddu í fjør frá uppskotinum um at umleggja uppboðssøluna, soleiðis at størri kapping verður um fiskin. Eftir nógvar fundir og samráðingar er hetta nú komið uppá pláss. Haraftrat hava vit viðvirkað til, at "fiskapakkin" hjá landsstýrismanninum ikki skuldi ávirka marknaðarskipanina og kappingina - og tykist hetta nú at vera eydnast í fyrsta umfari.
Hann helt fyri, at hetta skuldi alt verið við til at tryggja fiskimonnum tann prís fyri fiskin, sum teir
eiga.
Óli segði, at felagið aftur í ár hevur roynt at verja fiskidagaskipanina, soleiðis at hon kemur at virka sum upprunaliga ætlað.
- Hetta er eydnast nøkulunda higartil, men tørvur er á, at skipanin kemur at virka fult út, so veruliga slepst
undan teimum árligu bardøgunum og politisku ásetingini av fiskidøgum.
At verja borg
FF-formaðurin segði, at ein stórur partur av virkseminum hjá FF er at verja borg hjá fiskimonnum.
- Vit hava í undanfarnum frágreiðingum greitt frá, hvussu strævið hetta hevur verið. Banal mál, sum skuldu verið ein avgreiðsluspurningur, eru endað sum rættarmál ella hóttan um rættarmál. Hóast støðan ikki er so ring, sum hon hevur verið, ber framvegis illa til at fáa beinleiðis skeivleikar í reglum, sum viðvíkja fiskimonnum, rættaðar.
Hann helt, at umsitingarliga og politiska skipanini virka enn alt ov illa.
- Afturat hesum kemur málið í summar, tá tað eftir "bílegging" úr Føroyum varð skaptur ein ósakligur ágangur móti skattaskipanini hjá fiskimonnum í Danmark.
Besta lýsing av hesum var TV2 málið. Hetta endaði sum kunnugt við, at TV2 eftir trýsti frá okkum tók tíðindini aftur.
Óli segði, at ein slík tíðindastøð sum TV2 tekur ikki eitt sovorðið mál aftur ? uttan so, at hon veruliga er komin í trongstøðu.
- Tað, at hetta varð gjørt, váttar, at einki
grundarlag var fyri hesum "hetsi" móti fiskimonnum, sum hann tók til.
Óli legði aftrat, at sigast skal danskari pressu til rós, at hon veruliga er før fyri at ásanna tað, tá hon
mistekur seg.
- Hetta hevði ikki hent við føroysku fjølmiðlunum, er hann sannførdur um.
Fyri framman
- Eingin ivi er um, at tað verður ikki lætt at vera fiskimaður ella reka fiskiveiði í nærmastu framtíð. Tí verður uppgávan fyrst og fremst at verja borg og síðan at vera við til at loysa teir trupulleikar, sum stinga seg upp.
Óli Jacobsen helt, at her plagar parturin hjá Fiskimannafelagnum ikki at liggja eftir.
At enda takkaði formaðurin vegna felagsstjórnina fiskimonnum og álitisfólkum felagsins fyri gott samstarv hetta skjótt farna ári, samstundis sum hann ynskti øllum eitt gott ár 2005