Tað verður ikki lætt

Tað var høvuðsboðskapurin hjá Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðharra, tá hon helt setanarrøðu í Fólkatinginum í dag. Hon segði, at stjórnin tekur við í einari truplari tíð.

-Búskaparstøðan er soleiðis vorðin, at ráð eru ikki til at geva øllum tað, sum tey ynskja sær. Tað hjálpir ikki at leingjast eftir teimum góðu gomlu døgunum. Samanborið við nítiárini og tey seinastu tíggju árini hava vit nýggjar tíðir, segði forsætisráðharrin.

Hon segði, at Danmark er undir trýsti frá búskaparveldum sum Kina, India og Brasil, men at bílig arbeiðsmegi er ikki svarið. Kortini ávaraði hon løntakararnar við at siga, at tey seinastu árini er lønarlagið í Danmark er hækkað meiri enn í øðrum londum.

Helle Thorning-Schmidt boðaði samstundis frá einum nýggjum fíggjarpolitikki.

-Ár um ár hava vit havt sprongdar fíggjarlógir, men nú skulu tær haldast innan fyri teir karmar, sum vit hava ásett, segði hon.