Tað verður ikki heilt enn at farið verður undir Dalstunnilin

Játtanin er so lítil, at tað loysir seg ikki at byrja enn

Tað verður ikki heilt enn at farið verður undir arbeiðið at bora tunnilin til Dals. Tað ásannar Sigurd Lamhauge, stjóri á Landsverki

Fleiri ferðir hevur verið sagt, at arbeiðið skal byrja í næstum, men stjórin á Landsverki sigur, at tað verður ikki fyrr enn eftir summarferiuna, at borurin verður settur í.

Men um tað verður tá, veldst eisini um, hvussu støðan viðvíkjandi korona verður tá. Men tá ið arbeiðið ikki byrjar fyrr enn tá, er tí at játtanin til endamálið er so lítið.

– Vit eru ikki sinnað at fara undir arbeiðið fyrr enn vit kunnu arbeiða tað, ið eftir er av árinum, og so vónandi halda fram eftir nýggjár, sigur hann.

Tá ið farið verður undir arbeiðið, skal tað helst vera so samanhangandi sum tilber, sigur hann.

Landsverk hevur áður boðað frá, at skal fíggingin vera nóg stór til at arbeiðast kann alt árið, skal játtanin helst vera 20 milliónir um árið. Tá røkkur játtanin til at arbeiða vanligar arbeiðsdagar, og Landsverk hevur sagt, at ætlanin er at arbeiða frá klokkan sjey á morgni til klokkan seks á kvøldi frá mánadag til hósdag.

Verða 20 milliónir settar av um árið, fer tað at taka fýra ár at gera tunnil til Dals.

Men játtanin er bara níggju milliónir í ár og eisini næsta ár er ætlanin at seta níggju milliónir av, og við hesari sniglaferðini fær tað at taka eini átta ár at gera tunnilin til Dals.