Tað verður heitt í morgin

Í gjár var summar og sól og hóast tað regnar í dag, so fer summarið ikki frá okkum enn. Í dag verður 3 - 7 m/s av suðri, sum seinnapartin snarar í ein vestan og veksur til 5 - 10 m/s. Tað verður skíggjað og toka og regn, men í kvøld kann klárna. Hitin um 10 stig. 

 

 

Í morgin verður 5 - 10 m/s av vestri og útsynningi. Skíggjað og mjørki, men sum dagurin líður verður sól, og hitin um 10 - 15 stig. Um náttina fer at sirma. 

 

 

Týsdagin sigur hann 2 - 7 m/s av vestri. Skíggjað og mjørki og sirm. Tó møguleiki fyri sól í støðum og hitin upp í 15 stig. Mikudagin somuleiðis 2 - 7 m/s, sum veksur til 10 m/s og um náttina snarar i ein vestan. Skíggjað og regn, men um náttina klárnar. Og hitin millum 7 og 11 stig