Tað verður friðarligt í Gundadali

Bæði liðini í Gundadali eru í dag á bygd

Fríggjakvøldið var fyrsti dysturin í hesum umfarinum, tá ið KÍ vann 2-0, og í gjárkvøldið vóru tveir dystir. Tá varð aftur talan um tveir favorittsigrar. Víkingur vann 4-1 á EB/Streymi á Eiði, og NSÍ vann stevnudystin við Løkin 2-0 á AB.

Í dag vera tveir teir síðstu dytirnir í hesum umfarinum.

Tað kemur næstan ikki fyri, at eingin dystur í bestu deildini á mannfólkasíðuni er í Gundadali, men soleiðis verður tað ídag.

B36 er á Tvøroyri, og HB er á veg til Fuglafirðar.

 

ÍF – HB: Bjarki Danielsen kl. 15.00

TB – B36: Rúni Gaardbo kl. 15.00