Í kvøld klokkan 21 møtast teir tríggir ABC flokkarnir aftur til samráðingar um eina nýggja samgongu. Summir politikarar vænta ikki teir stóru trupulleikarnar av sjálvum samgonguskjalinum, men teir stúra fyri samráðingunum um at býta málsøkini ímillum flokkarnar Í kvøld fara teir tríggir ABC flokkarnir undir tað, sum tey flestu vænta verða tær seinastu samráðingarnar um eitt nýtt samgonguskjal.
Samráðingarnar eru komnar so mikið áleiðis, at semja er um at kalla øll málini, men enn er okkurt eftir at finna tær rættu orðingarnar um.
Men tað er ikki væntandi, at hetta fer at koppa samgonguni og væntandi verður hetta arbeiðið liðugt á midnátt.
Aftan á er so ætlanin at gjøgnumganga alt samgonguskjalið saman við tingmanningunum at vita um tað eru onkrar seinastu orðingar, sum skulu broytast.
Meðan lítil ivi tykist vera um, at semja fæst um eitt samgonguskjal og at hetta ikki fer at koppa samgonguni, eru ivin størri tá ið tað kemur til telvingina um at býta málsøkini í morgin árini.
Ein sum væntar, at tað verður eitt tungt hoyggj at draga at semjast um, hvør skal vera løgmaður og hvør flokkur skal hava hvørji málsøki, er Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins.
- Eg vænti, at tað verður eitt trupult talv at semjast um, hvør skal fáa løgmann og, hvussu málsøkini skulu býtast sundur ímillum flokkarnar.
- Har vænti eg, at samráðingarnar verða drúgvari enn fólk kanska vænta frammanundan, leggur hann afturat.
Formaður Fólkafloksins vísir á, at alt er opið, eisini løgmansstarvið.
- Tað verður tungt, leggur hann afturat.
Flokkarnir hava ikki tosað so nógv um hetta og ongin semja er gjørd um, hvussu nógv ráð vera.
Men summi nevna møguleikan at skipa níggju aðalráð fyri at fáa kabalina at ganga upp og tað er eitt meiri enn nú.