Tað verður einki nýggjársbál á Glaðsheyggi

Vánaligu veðurforsøgnirnar hava fingið fyrireikararnar at avlýsa nýggjársbálið á Glaðsheyggi

Tað hevur verið siður undanfarnu árini at brenna nýggjársbál á Glaðsheyggi í Havn. Men tað verður av ongum í ár.

 

Ein av fyrireikarunum sigur í stuttari viðmerking til in.fo: - Einki bál verður á Glaðsheyggi gamlaárskvøld. Veðurstøðirnar boða frá kolandi stormi gamlaárskvøld, og hava vit fyrireikararnir tískil tikið avgerð um ikki at brenna bál hesaferð. Vit ætla tó at koma sterkt aftur gamlaárskvøld í 2019, sigur ein av fyrireikarunum í stuttari viðmerking.