Samgongan tekur ikki undir við, at farið verður undir eina royndarskipan í Suðuroy, har Suðuroyar Bú- og Heimatænastan, sum er eldrasamstarvið í Suðuroy, yvirtekur nakrar uppgávur frá almannaverkinum.
Tað er Javnaðarflokkurin, sum hevur lagt uppskotið fyri Løgtingið, men nú Trivnaðarnevndin hjá Løgtinginum hevur havt uppskotið til viðgerðar, gera umboðini fyri samgonguna greitt, at tey taka ikki undir við tí.
Uni Rasmussen, Rósa Samuelsen, Jóhan Eli Poulsen og Erhard Joensen, vísa nevniliga á, at landsstýriskvinnan í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, arbeiðir við málinum og tey halda, at at tað er best at geva frið at finna eina loysn.
Tað, tey sipa til, er, at skipanin við eldraøkinum skal eftirmetast.
Minnilutin í nevndini, sum eru úr andstøðuni, nevniliga Sirið Stenberg, Hervør Pálsdóttir og Aksel V. Johannesen, taka hinvegin undir við ætlanini.
Tey vísa á, at tað eru nøkur fólk ímillum 18 og 67, sum detta niðurímillum Almannaverkið og Suðuroyar Bú- og Heimatænastu, og avleiðingin er, at tey fáa ikki ta tænatu frá almannaverkinum, tey hava rætt til, tí Almannaverkið hevur eingi tilboð til tey í Suðuroynni.
Tey siga, at talan er um eini 10-15 fólk, sum hava brúk fyri venjing, dagtilhaldi, stovnsplássi, umlættingarplássi og koyritænastu. Men hesa tænastuna fáa tey ikki frá Almannaverkinum.
Tí var ætlanin at gera eina royndarskipan, har Bú- og heimatænastan yvirtók hesa uppgávuna frá Almannaverkinum, og afturfyri skuldi Bú- og heimatænastan fáa 3,5 milliónir næsta ár, og 4,5 milliónir í 2021.
– Markið ímillum uppgávurnar hjá Almannaverkinum og Bú - og heimatænastuni, er ógreitt, men við hesum var ætlanin at taka forðingar ímillum land og kommunur burtur, og borgarin fær ta tænastu, honum tørvar, sigur minnilutn.
Tey halda, at tað tað kann ganga drúgv tíð, áðrenn skipanin við eldraøkinum er eftirmett, so at bíða eftir hesum, merkir, at borgarar fara at bíða enn longur eftir tænastum, og tað halda tey ikki er nøktandi hjá heusm fólkum, sum ikki fáa eina nøktandi tænastu.
Tað hevur eisini verið nevnt, at varð ein slík skipan sett í verk í Suðuroy, og hepnaðist hon væl, kundi hon verið sett í verk aðrstaðni við.
Tá ið málið var til umrøðu í Løgtinginum, gjørdi landsstýriskvinnan greitt, at hon var ikki sinnað at gera nakra royndarætlan fyrr enn eldraøkið er eftirmett.
Hóast Erhard Joensen ikki tekur undir við tí í Trivnaðarnevndini, segði hann, tá ið Løgtingið viðgjørdi málið, at ein royndarverkætlan kundi annars nettupp lýst, hvør tørvurin er á tænastum til tey 18-67 ára gomlu.