Tað verður eingin flúgving í kvøld

Føroyskt luftrúm framvegis stongt, og Vága Floghavn er fyribils stongd til klokkan 01 í nátt.

- Tá miðsavnanin av gosøsku í føroyskum luftrúmi framvegis er á hægri stigi, verður nú boðað frá, at føroyskt luftrúm er stongt fyribils til klokkan 01:00 føroyska tíð í nátt, 14. mai 2010. Tað skrivar Vága Floghavn.

Føroyskt luftrúm er »EKVG TIZ«, og er luftrúmið við ein radius av 60 fjórðingum úr Borðuni í Nólsoy frá jørð/havyvirflatu upp til 7.500 fót (uml. 2½km).

Næsta dagføring væntast umleið klokkan 19:30 føroyska tíð.