Tað verður ein teirra

Stóri Týsdagurin svaraði ikki spurninginum, hvør verður forsetavalevni hjá demokratunum, men hjá republikanarunum kom John McCain styrktur burtur úr degnum

 

 

Tað stendur framvegis á jøvnum millum Hillary Clinton og Barrack Obama aftan á tann stóra valdagin í gjár.

 

Um 10-tíðina fyrrapartin hevði Obama fingið 553 valmenn og Hillary Clinton 547 í teimum 22 statunum, sum høvdu val í gjár. Her skal havast í huga, at av teimum serligu valmonnunum styðja 197 Hillary Clinton, meðan 106 styðja Barrack Obama. Serligir valmenn eru senatorar, guvernørar og floksleiðslulimir. Fyri at tryggja sær uppstilling má eitt valevni hava minst 2.205 valmenn aftan fyri seg.

 

Hjá demokratunum vann Barrack Obama í fleiri statum enn Hillary Clinton. Hann vann í 12 statum har suðuri og har vesturi í landinum umframt heimastati sínum Illinois, og hon vann í átta statum, teirra millum heimastati sínum New York. Millum statirnar, sum Hillary Clinton vann í, er tann fólkaríki Kalifornia, og politiskir eygleiðarar siga, at júst sigurin í Kalifornia kann tryggja Hillary Clinton ta neyðugu undirtøkuna til floksfundin, sum endaliga skal tilnevna forsetavalevnið.

 

Men kappingin um valevnið hjá demokratunum fer at halda fram tær næstu vikurnar. Nú leygardagin verður val í Louisiana, og síðani koma lutfalsliga stórir statir sum Ohio, Pennsylvania og Texas.

 

 

Romney taparin

 

Hjá republikanarunum var John McCain tann stóri vinnarin í gjár við at vinna í Kalifornia, New York, New Jersey og Illinois, meðan Mitt Romney fekk heitið tann stóri taparin. Kortini ætlar hann sær ikki at gevast.

 

-Tað er ikki liðugt enn. Vit halda fram við stríðnum, segði Romney við síni viðhaldsfólk í nátt.

 

Mike Huckabee fekk eitt betri úrslit, at flestu kanningar og eygleiðarar høvdu roknað við. Hann vann í fimm statum, men verður kortini ikki hildin hava nakran møguleika.

 

 

 

________________________________

 

Vinnarar Super Tuesday

 

Alabama:

D: Barrack Obama 56%

R: Mike Huckabee 41%

 

Alaska:

D: Barrack Obama 74%

R: Mitt Romney 41%

 

Arizona:

D: Hillary Clinton 50%

R: John McCain 47%

 

Arkansas:

D: Hillary Clinton 69%

R: Mike Huckabee 61%

 

California:

D: Hillary Clinton 53%

R: John McCain 44%

 

Colorado:

D: Barrack Obama 66%

R: Mitt Romney 60%

 

Connecticut:

D: Barrack Obama 51%

R: John McCain 51%

 

Delaware:

D: Barrack Obama 53%

R: John McCain 45%

 

Georgia:

D: Barrack Obama 66%

R: Mike Huckabee 34%

 

Idaho:

D: Barrack Obama 80%

R: Velja 27. mai

 

Illinois:

D: Barrack Obama 65%

R: John McCain 47%

 

Kansas:

D: Barrack Obama 74%

R: Velja 9. februar

 

Massachusetts:

D: Hillary Clinton 56%

R: Mitt Romney 51%

 

Minnesota:

D: Barrack Obama 67%

R: Mitt Romney 42%

 

Missouri:

D: Barrack Obama 49%

R: John McCain 33%

 

Montana:

D: Velja 3. juni

R: Mitt Romney 38%

 

New Jersey:

D: Hillary Clinton 54%

R: John McCain 56%

 

New Mexico:

D:

R: Velja 3. juni

 

New York:

D: Hillary Clinton 57%

R: John McCain 51%

 

North Dakota:

D: Barrack Obama 61%

R: Mitt Romney 36%

 

Oklahoma:

D: Hillary Clinton 55%

R: John McCain 37%

 

Tennessee:

D: Hillary Clinton 54%

R: Mike Huckabee 34%

 

Utah:

D: Barrack Obama 56%

R: Mitt Romney 90%

 

West Virginia:

D: Velja 13. mai

R: Mike Huckabee 52%

_________________________