Bárður á Steig Nielsen, Jørgen Niclasen og Jenis av Rana og teirra tingmanningar hava fundast síðani 3. september um at skipa samgongu og eftir nógv rumbul í dag, er hetta nú vorðið veruleiki.
Hetta upplýsti Bárður á Steig Nielsen, eftir at hann kom út frá løgtingsformanninum fyri løtu síðani.
Stóra ósemjan hevur verið um málsøkjabýtið. Sum skilst hava Miðflokkurin og Fólkaflokkurin bakkað fyri krøvunum frá Sambandsflokkinum.
Bárður á Steig Nielsen hevur annars síðsta tíman verið á fundi við Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn á Gamla Apoteki.