Tað verður avgjørt í hesi vikuni

Í kvøld er 23. umfar í næstbestu fótbóltsdeildini á skránni. Leygardagin verður 24. umfar, og tað er mangt, sum bendir á, at spurningurin um, hvørji tvey skulu spæla í bestu deildini næsta ár, verður svaraður í hesi vikuni.

Í kvøld verður oyggjauppgerð í Hvalba, har TB tekur ímóti FC Suðuroy, og leygardagin fær TB vitjan av AB. Í kvøld fær AB vitjan av teimum næstbestu hjá NSÍ, og leygardagin fer FC Suðuroy til Leirvíkar at spæla ímóti Víkingi.

Leygarkvøldið vera trý umfør eftir av kappingini, og um FC Suðuroy fær fulla úrtøku í kvøld og leygardagin, so verður tað teoretiskt greitt, sum leingi hevur verið ávegis, at samansetta liðið næsta ár skal spæla í bestu deildini.

Tað er eingin innanhýsis uppgerð eftir millum AB og TB, og tí hevur tað sera stóran týdning fyri TB at vinna í hvussu so er eitt stig í kvøld og so at vinna fulla úrtøku, tá ið AB leygardagin kemur suður.

 

Í kvøld

FC Hoyvík-Skála: Jóhann í Króki kl. 17.30

AB-NSÍ: Rói Jacobsen kl. 17.00

TB-FC Suðuroy: Alex Troleis kl. 17.00

Víkingur-07 Vestur: Jón Kári í Brekkuni kl. 17.30

Hósdagin

EB/Streymur-HB: Dagfinn Forná

 

Støðan

FC Suðuroy 58

AB 49

TB 49

NSÍ 35

Skála 31

Víkingur 28

EB/Streymur 22

HB 21

FC Hoyvík 20

07 Vestur 3