Tað verða nógvir dagar har Norrøna ikki kann sigla

? Tað verða nógvir dagar um veturin, har Norrøna ikki als ikki kann sigla til Suðuroyar, siga skipararnir á Smyrli

 

Suðuroyarsiglingin


? Norrøna kann ikki gerast eitt álítandi bindilið ímillum Suðuroynna og Havnina.

Tað er niðurstøðan hjá Strandferðsluni, nú hon hevur kannð málið um at keypa Norrønu til suðuroyarsiglingina.

Strandferðslan sigur, at Norrøna er so høg, at hon tekur nógvan vind fyri seg.

?Eftir metingum frá skiparunum á Smyrli, verða tað nógvir dagar um veturin, har tað als ikki verður siglandi til Suðuroyar.

Av tí, at Norrøna er so høg, og hugsað verður um farleiðina, hon skal sigla, er greitt, at hon er ikki smíðað til sigling ímillum oyggjarnar í Føroyum og inn á trongar firðir í vindi og myrkri.

Strandferðslan sigur, at eftir ætlan skal nýggja suðuroyarskipið ikki hava bógportur. Nýggja suðuroyarskipið hevur tvey hekkuportur og eitt síðuportur. Hetta tryggjar ferjuni fjølbroyttar møguleikar at leggja at og at tað tekur lítla tíð at lossa og lasta skipið.

Norrøna er ov smøl til stórir bilar fáa vent á dekkinum.

Og av tí at hon bara hevur eitt hekkuportur, fer tað at taka væl longri tíð at lasta og lossa hana, enn tað ger at lossa og lasta skipið, sum ætlanin er at byggja.

Bógportrið á Norrønu er sveisað aftur. Farleiðin til suðuroyar er flokkað sum opið hav, og royndir vísa, at umstøðurnar at sigla eru ofta vánaligar.

Biladekkið á Norrønu er 4,5 metrar. Á skipinum, sum ætlanin er at byggja, er biladekkið 4,6-5 metrar og hetta er gjørt, tí at trupulleikar ofta standast av at fáa tey stóru akførini umborð og í land. Nýggju tunlarnir eru gjørdir til 4,6 metrar.

Hóast Smyril Line hevur boðað frá, at ongin teringur er í Skrokkinum á Norrønu, ivast Strandferðslan í hesum. Strandferðslan sigur, at sambært klassanum, er tað ikki órímiligt at samanbera skrokkin á Smyrli, sum er 32 ár og skrokkin á Norrønu, sum er 28 ár og seinastu tíðina hevur Smyril havt trupulleikar við teringi.

Nú atløguviðurskftini á Tvøroyri, verða tikin fram, nevnir Strandferðslan, at hetta er nakað, sum má fáast í rættlag, sama, hvat skip fer at sigla, tí eisini Smyril, sum er, hevur stórar trupulleikar við Havnini á Drelnesi.