Tað verða nógv mál - til Fraklands!

Franski verjuleikarin, William Gallas sigur við franskar miðlar, at fraklendingar ætla at spenna seg út allar 90 minuttirnar á Tórsvølli. Úrslitini hava ikki verið so sannførandi hjá teimum bláu fransmonnunum (Les Bleus). Teir eru væl nøgdir við javnleikin í Italien, men vilja helst gloyma tapið heima móti Skotlandi.

Nú standa Føroyar ? og seinni Litauen - á skránni, og fyri teir er eingin ivi: Bara ein sigur fer at telja.

- Okkara áloyparar eru heitir til hesar báðar dystirnar, og teir ætla at gera sítt til at vit vinna. Eg kann lova tær, at tað verða nógv mál í okkara favør móti føroyingum, sigur Gallas.

Hann var sjálvur við, tá fraklendingar seinast spældu í Føroyum. Og henda dystin minnist hann enn væl.

- Hetta var ein sera trupul dystur. Tað var kalt í veðrinum og vindur, men nú vóna vit at hesar umstøðurnar ikki forða okkum, sigur verjuleikarin sum annars spælir við enska felagnum Arsenal.