Tað verða Fleyr og SÍ sum møtast í FM-finaluni hjá kvinnum í flogbólti. Tað bleiv staðfest seinnapartin í dag.
Tað bleiv staðfest seinnapartin í dag við 3-1 sigrinum hjá Fleyr á TB á útivølli í høllini í Trongisvági seinnapartin í dag. Settmunurin var 13-25, 25-22, 18-25 og 17-25.
Úrslitið merkir, at Mjølnir kann ikki innheinta SÍ og Fleyr, ið eru á fyrsta og øðrum plássi. SÍ er 11 stig frammanfyri Mjølnir og Fleyr er 10 stig frammanfyri Mjølnir. Mjølnir kann bara fáa í mesta lagi níggju stiga aftrat, so stríðið um hvørji tvey lið koma í FM-finaluna er farið.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna flogbóltsreportarin hjá FM1, Óli G. Samuelsen gjørdi við Sósonnu S. Ludvig hjá Fleyr.
Súsanna S. Ludvig er sera fegin um, at fyribils málsetningurin at vinna seg í FM-finaluna er rokkin. Nú fara tær í Fleyr at brúka teir seinastu dystirnar í grundspælinum sum venjing til FM-finalurnar móti SÍ, ið verða leiktar 18. og 20. apríl.
Støðan (fbf.fo) | Dystir | Sett | |||||||
Lið | leiktir | 3-0/3-1 | 3-2 | 0-3/1-3 | 2-3 | vunnin | tapt | munur | Stig |
SÍ | 13 | 9 | 2 | 1 | 1 | 36 | 15 | 21 | 32 |
Fleyr | 13 | 9 | 2 | 2 | 0 | 34 | 16 | 18 | 31 |
Mjølnir | 12 | 7 | 0 | 5 | 0 | 25 | 20 | 5 | 21 |
KÍF | 13 | 5 | 2 | 4 | 3 | 28 | 25 | 3 | 20 |
TB | 13 | 3 | 1 | 8 | 1 | 19 | 32 | -13 | 12 |
Dráttur | 14 | 0 | 0 | 13 | 1 | 8 | 42 | -34 | 1 |