Tað vendi í Estlandi

Fótbóltur: Landsliðsmenninir eru samdir um, at tað eigur at bera til at fáa stig móti Estlandi

Tað var ikki fyrrenn eftir seinnu venjingina í fyrrakvøldið, at allir átjan í landsliðshópinum vóru savnaðir á Hotel Føroyum. Síðstir at koma vóru teir tríggir, sum umvegis Keypmannahavn vóru komnir úr Íslandi.

Lagið er gott, eingin er skaddur, og allir átjan tóku fyrrapartin í gjár av fullum huga lut í venjingini. Síðsta venjingin undan dystinum klokkan 17 í dag skuldi vera klokkan 18 í gjárkvøldið, og í dag er ein gongutúrur á skránni fyrrapartin, eftir máltíðina á middegi er hvíld á skránni, og klokkan trý korter til fýra rullar bussurin úr túninum á Hotel Føroyum.


Støðug framgongd

Jens Kristian Hansen, sum í dag spælir fyri 29. ferð á landsliðnum, er liðformaður. Jens Kristian fylti 28 ár í gjár, og tá vit høvdu ynskt honum tillukku og fregnaðust eftir, hvussu hann sá uppá uppgávuna móti Estlandi, svaraði hann soleiðis:

? Hóast vit ikki á nakran hátt eiga at leypa framav, so eiga vit at fara eftir sigrinum, og tað eigur at bera til af fáa hann til høldar. Um vit ansa væl eftir og halda tætt í verjuni, og taka uppgávuna í so stórum álvara, sum hon eigur at verða tikin, so er góður møguleiki fyri at tað skal eydnast. Vit hava allar spælararnar tøkar hesa ferð, og vit eiga allir at vera væl fyri, men nú mugu vit ansa eftir ikki at dúva ov nógv uppá henda veruleika, tí tá vit í juni í fjør vórðu hølvaðir av í Estlandi, varð eisini sagt frammanundan, at landsliðið hevði ongantíð verið so væl fyri, sum tað var tá.

? Men síðani tá hevur tað gingið væl. Uppgávan er hvørja ferð tikin í størsta álvara, vit hava fingið góð úrslit, og um vit høvdu verið eitt sindur meiri hepnir, so kundu úrslitini havt verið uppaftur betri, heldur liðformaðurin, sum uttan iva verður í miðverjuni saman við Hans Fróða Hansen og Óla Johannesen.


Liggja aftarlaga

Hóast báðir málverjarnir eru væl fyri, og Jens Martin Knudsen gjørdi góða reklamu fyri sær sjálvum mikukvøldið, so er tað lítið at ivast í, at Jákup Mikkelsen verður millum stólparnar í dag. Hann hevur verið fyrsta valið hjá venjaranum, síðani hann kom inn í Estlandi í fjør, og eftir vitjanina í Brøndby síðsta sunnudag var ummælið enn eina ferð sera gott.

? Uppgávan verður torfør. Tá vit spældu móti teimum í Tallinn tóktist mær, at teir vóru sera verjukendir. Sjálvt um teir lupu á, so hildu teir dýpdina í verjuspælinum og vóru tætt pakkaðir afturi á vøllinum. Tað gekk einki serligt hjá okkum, og so royndi eg nakrar ferðir at senda langar bóltar fram til Toda Jónsson, men tað var torført hjá honum at sleppa leysur, tí tað var alla tíðina nógv fólk rundanum hann, eisini tá teir akkurát høvdu verið í álopi, minnist Jákup Mikkelsen afturá.

Tá Ísland var í Gundadali fyri stuttum, noyddist Jákup at geva avboð, men nú er skaðin í lærkrikanum heilt burtur, og í dag fer Jákup at verja landsliðsmálið fyri 12. ferð. Í teimum ellivu dystunum, sum hann higartil hevur spælt, eru 21 mál farin ígjøgnum.