Verkfall
? Tað var við ringum tannabiti, at arbeiðsgevararnir góðtóku semingsuppskotið, sum semingsmenninir gjørdu hóskvøldið.
Jan Mortensen frá arbeiðsgevarafelagnum, sigur, at semingsuppskotið gevur arbeiðarafelagnum eina nógv størri lønarhækking enn arbeiðsgevararnir høvdu sett sær fyri at lata.
Semingsuppskotið gav 2,75 krónur afturat um tíman um árið í tvey ár, ella 5,50 krónur í lønarhækking um tíman tilsamans.
? Men harafturat skuldu tey fáa 1% um árið í lønarhækking og tað er 50 oyru afturat um í lønarhækking um árið, ella ein króna afturat tilsamans tey bæði árini, sáttmálin skuldi vara.
Jan Mortensen sigur, at tilsamans er talan um eina lønarhækking upp á umleið 4% um árið.
?Hetta er væl meiri, enn vit hava sett okkum fyri at lata, tí vit halda ikki, at tað er forsvarligt at lata meiri enn 2,8% um árið, sum er miðal lønarvøksturin i Evropa.
Ì øllum førum meta vit, at kravið frá arbeiðarafeløgunum er høpisleyst.
Tað fyrra semingsuppskotið gav 3,4% um árið.
Hann sigur, at tí brúktu arbeiðsgevararnir langa tíð at umhugsa støðuna, áðrenn teir góðtóku semingsuppskotið.
Men alt tað kann gera tað sama, tí arbeiðarafeløgini vrakaðu uppskotið, tí tað gav ov lítið og so eru øll aftur í sama staði og sostatt stendur verkfallið við.
Men av tí, at semingsuppskotið longu er farið upp um tað, sum arbeiðsgevararnir høvdu sett sær fyri at lata, verður tað tupult at hugsa sær, at teir fara at góðtaka eina lønarhækking, sum er hægri enn hetta semingsuppskotið, sigur Jan Mortensen.
Trívast best í lógloysi
Jan Mortensen heldur, at støðan, sum føroyska samfelagið er komið í, er heilt burturvið.
?Vit eru einasta land í Evropa, ella í norðurlongum, har løntakarar eru tvingaðir at verða í fakfelag. Tað átti at gjørt, at fakfeløgini føldu eitt sindur av ábyrgd
Hann sigur, at øll donsk fakfeløg hava tað niðurfelt í sínar egnu lógir, at tað eru limirnir sjálvir, sum atkvøða um eitt semingsuppskot.
?Tað er gjørt tí at tey ásanna, hvussu álvarsligt tað er at kasta eitt samfelag í verkfall og har verða ongi tiltøk sett í verk, fyrrenn ein slík frumatkvøðugreiðsla hevur vrakað eitt semingsuppskot.
? Men slíkt høvuðbrýggj hava fakfeløgini í Føroyum ikki, tí tey trívast best í anarki, ella skilaloysi.
Hava fakfeløgini kki fingið heimild frá limunum at taka støðu til semingsuppskotini?
?Tað siga tey. Men tey hava 10.000 ? 12.000 limir og hvussu nógvir av teimum hava verið við til at geva teimum hesa fullmaktina? Tað er bara ein brotpartur, sigur Jan Mortensen.










