-Vit hava ongar ætlanir um at stýra landinum, og vit fara at lata fólkinum valdið aftur, so skjótt tað er ráðiligt, segði herovastin, generalurin Sonthi Boonyaratglin, í einari sjónvarpsrøðu í gjárkvøldið.
Frammanundan høvdu stríðsvognar kringsett allar stjórnarskrivstovurnar í høvuðsstaðnum Bangkok, og hermenn stóðu á varðhaldi allastaðni í býnum. Kvettið var friðarligt, og eygleiðarar søgdu, at lívið gekk sína vanligu gongd í høvuðsstaðnum og aðrastaðni.
Sonthi, generalur, boðaði fyrr um kvøldið frá, at herurin hevði tikið valdið, tí tað var neyðugt at sameina tjóðina eftir tann politiska ófriðin, sum hevur valdað í landinum tær seinastu vikurnar. Generalurin bað fólk halda frí í dag, og allir almennir stovnar, virðisbrævamarknaðurin og bankarnir eru stongdir. Fólk hava fingið boð um at gera eftir boðum, sum tey fáa frá teimum lokalu heryvirmonnunum, og tey, sum seta seg upp ímóti boðunum, verða revsað. Samstundis fingu almennir tænastumenn og leiðararnir á teimum lærdu háskúlunum boð um at koma á fund við herleiðsluna fyri at kunna seg um "tann nýggja politikkin".
Almenna teilendska sjónvarpið hevur broytt sína skrá, útlendskar sjónvarpsstøðir sum BBC og CNN síggjast ikki, og útlendsk tíðindafólk hava avmarkað rásarúm.
Var væntandi
Útlendskir eygleiðarar í Teilandi siga, at tað kom ikki óvart á teir, at herurin tók valdið. Í seinastuni hevur Thaksin Shinawatra, forsætisráðharri, verið fyri hvøssum atfinningum, og fleiri halda, at politiskt hevur Teiland ikki verið í verri kreppu síðani hernaðarkvettið í 1991.
Thaksin Shinawatra er lagdur undir valdsmisnýtslu og korrupsjón, og mong halda, at hann hevur misbrúkt demokratiið til egnan fyrimun, samstundis sum nógvir av vinum hansara hava notið gott av honum.
Á bygd er forsætisráðharrin harafturímóti væl umtóktur, tí millum tann fátæka partin av fólkinum verður hann mettur sum ein, ið hevur lurtað eftir teimum minni mentu og vart teirra áhugamál.
Kongur uppií?
Tað vóru kortini tey fægstu, sum høvdu væntað, at herurin fór at taka valdið, men nú tað hendi, kom tað ikki óvart á nakran, at tað var Sondhi Boonyaratkalin, generalur, sum skipaði fyri kvettinum.
Generalurin er muslimur og tann fyrstu muslimski herovastin í Teilandi, har 95 prosent av fólkinum eru buddhistar. Hann bleiv settur í starv sum herovasti í fjør, og høvuðsuppgáva hansara var at berja niður teir muslimsku uppeistrarmenninar har suðuri í landinum. Tað hevur hann kortini ikki megnað.
Tað er alment kent, at herovastibn hevur gott samband við Bhumibol Adulyadej kong. Kongurin hevur fleiri ferðir sagt seg vera misnøgdan við politikkin hjá stjórnini, og herovastin hevur lovað at styðja kong.
-Er tað nakað, sum eg og herurin kunnu gera fyri landið, so gera vit tað, tí eg eri kongsins hermaður, hevur herovastin sagt. Nú vilja summi vera við, at kongur kanska átti sín lut í kvettinum í gjár. Í hvussu er var herovastin á kongsborgini og tosaði við kong í gjárkvøldið.
Politiska kreppan í Teilandi
6. februar 2005: Flokkurin hjá Thaksin Shinawatra vinnur stórsigur annað tjóðartingsvalið á rað og fær 377 av teimum 500 tinglimunum.
23. januar 2006: Thaksin og hansara næstu selja einum íløgugrunni í Singapore sín part av telefyritøkuni Shin Corp. Thaksin fær 1,9 milliard dollarar burtur úr søluni - skattfrítt.
24. februar: Thaksin skrivar út nýval til 2. apríl, hóast trý ár eru eftir av valskeiðinum. Boðini koma, júst sum andstøðan hevur boðað frá einari stórari mótmælisgongu.
27. februar: Tríggir av andstøðuflokkunum boða frá, at teir fara at boykotta valið 2. apríl, eftir at Thaksin hevur víst aftur einum kravi frá flokkunum um at endurskoða grundlógina.
2. apríl: Valið verður hildið, hóast andstøðan boykottar tað.
4. apríl: Valið gerst eitt mótmælisval, og Thaksin boðar kongi frá, at hann fer at leggja frá sær, tá tingið kemur samanaftur.
5. apríl: Thaksin letur varaforsætisráðharranum ta dagligu stjórnarleiðsluna.
26. apríl: Andstøðuflokkarnir kunngera, at teir eru sinnaðir at stilla upp til eitt nýtt val, um úrslitið av valinum 2. apríl verður ógildað.
8. mai: Grundlógardómstólurin ger úrskurð um, at valið 2. apríl var í stríð við grundlógina og mælir til umval.
23. mai: Thaksin tekur aftur við sum forsætisráðharri, og stutt eftir verður kunngjørt, at nýval verður tann 15. oktober. Kongur góðtekur avgerðina.
19. september: Thaksin, sum er staddur á ST-fundi í New York, lýsir Teiland í undantaksstøðu, eftir at stríðsvognar hjá herinum hava kringsett stjórnarskrivstovurnar í Bangkok. Samstundis kunnger herurin, at Thaksin og stjórnin eru koyrd frá.