Tað var tann yngri bróðurin

Teir seinastu tímarnar hava fjølmiðlar um allan heim víst mynd av tí 24 ára gamla Ryan Lanza og sagt, at tað var hann, sum myrdi 26 fólk í einum skúla í amerikanska statinum Connecticut í dag.

Men nú bendir alt á, at tað var yngri beiggi hansara, 20 ára gamli Adam Lanza, sum var tann veruligi drápsmaðurin. Tað siga amerikanskir fjølmiðlar í kvøld.

Sambært teimum komst mistakið hjá fjølmiðlunum av, at Adam Lanza hevði eitt samleikaprógv hjá beiggjanum uppi á sær, tá hann varð funnin deyður aftan á skjótingina í skúlanum. Sum skilst hevði hann beint fyri sær.