Tað var tá ella ongatíð

Torleif Sigurðsson er størsta einstaka orsøkin til, at føroyingar í morgin kunnu fara á vøll at møta sjálvum heimsmeistarunum. Hann fekk nógv skotið í skógvarnar – og alla aðrastaðni við – tá hann sum formaður í FSF limaði Føroyar inn í UEFA og FIFA

Ágangurin var ógvusligur, tá Torleif Sigurðsson seinast í 80-árunum gekk á odda sum formaður í FSF at veita Føroyum altjóða limaskap í UEFA og FIFA.

Flestu miðlarnir vóru á gosi, og yvirskriftir sum »Skammleys hugmóð« vóru ógvuliga umboðandi fyri, hvussu helst størsti parturin av føroyingum mettu um hesa djarvu gerð. Men undantøk vóru, og FSF-formaðurin fekk dyggan stuðul frá leikarunum, sum bakkaðu fult upp um hesa avgerðina.

Sjálvur er Torleif Sigurðsson væl nøgdur við ta avgerð, hann – sjálvandi saman við restini av nevndini í FSF – tók.

- Sannleikin er tann, at tóku vit ikki av, tá vit fingu møguleikan, so vænti eg ikki, at vit høvdu sloppið upp í »fína selskapið« seinni. Okkara ríkisrættarliga støða hevði stutt sagt forða fyri hesum, sigur Torleif Sigurðsson.

Hann vísir á, at eftir at øll tey nýggju eystanlondini eru komin »raplandi« inn í UEFA og FIFA, eru lógirnar broyttar, tí fleiri av hesum londunum hava ein ivasaman status sum sjálvstøðug.

 

Føroyar nevndar

Stóru dagarnir í føroyskari fótbóltssøgu í so máta vóru fyrst 2. juli í 1988, tá Føroyar vórðu limaðar inn í alheims fótbóltsfelagsskapin FIFA, og seinni, hin 18. apríl 1990, tá Føroyar gjørdust limir í UEFA.

Fyrsti altjóða skrásetti landsdysturin hjá Føroyum var móti grannnunum fyri norðan, Íslandi. Dysturin varð leiktur á Akranesi, og vertirnir vunnu 1-0.

Vit luttóku fyrstu ferð í einari undankapping til EM í 1990-91, og sum øll vita skrivaðu vit fótbóltssøgu við 12. september 1990 at vinna 1-0 á Eysturríki, við máli, sum Torkil Nielsen úr Sandavági skoraði. Í 1992-93 luttóku vit so í undankapping til HM, og síðani hevur tað gingið slag í slag.

Men alt hetta hevði ikki verið møguligt, var tað ikki fyri framskygni og dirvi hjá einum ágrýtnum og eldhugaðum klaksvíkingi. Og í dag eru fýra lond nevnd í lógunum hjá altjóða felagsskapunum sum lond, ið eiga limaskap, tó at tey ikki lúka treytirnar sum sjálvstøðugar tjóðir.

Hesi lond eru Skotland, Wales, Norðurírland – og Føroyar. Okkum er tískil tilskilaður rættur at vera limur í hesum felagsskapum við positivt og beinleiðis at vera nevndar í teirra lógum.

 

Máttu taka støðu

Torleif Sigurðsson sigur, at teir kallaðu inn til eykaaðalfund, fyri at vita, hvat limirnir í FSF, feløgini, hildu um spurningin um limaskap í FIFA, men tað tóktist, sum feløgini heldur enn at taka støðu vildu eftirrationalisera. Hvat, um nú...

- Men vit vóru soleiðis fyri, at vit máttu taka eina støðu, og tað gjørdu vit so, sigur Torleif Sigurðsson.

Tað vóru nógvir, sum vóru ímóti tá, men fyrrverandi formaðurin heldur tað vera hugvekjandi, at somu persónar í dag látast at hava verið dyggir stuðlar at lima okkum inn í FIFA og UEFA.

Undir øllum umstøðum man tað neyvan vera nakar, sum í dag harmast um ta framskygnu og djørvu avgerð, ið varð tikin seinast í 80-árunum.

Ein avgerð sum merkir, at føroyingar í annaðkvøld kunnu uppliva italsku heimameistararnar á Tórsvølli móti okkara egnu monnum.

 

Gott umdømi

Ein stór orsøk til, at føroyskur fótbóltur fór at mennast av álvara, var stuðulin frá landinum upp á 300.000 krónur, ið var avsettur til útbúgving av venjarum og dómarum.

- Hetta eru bestu pengar, ið nakrantíð eru lætnir ítróttinum, tí tá fór fótbólturin at menna seg av álvara. Og skjótt fylgdu hinar ítróttargreinirnar við, tí tá fóru tær at góðtaka, at fótbólturin var størsta drívmegin innan føroyskan ítrótt, sigur Torleif Sigurðsson.

Hann heldur eisini, at vit eru komin munandi longri ítróttarliga enn vit eru politiskt.

- Fótbólturin hevur gjørt Føroyar kendar. Hvar tú ferðast í heiminum, so fara fólk beinanvegin at tosa um fótbólt, tá tú nevnir, at tú kemur úr Føroyum. Fótbólturin hevur stutt sagt gjørt, at fólk vita, hvat og hvar Føroyar eru, sigur fyrrverandi FSF-formaðurin.

Hann sigur, at tá hann legði frá sær sum formaður í FSF, so var tað ein avgerð, ið var gjølla umhugsað. Tað var ikki nakað, sum hendi frá degi til dags. Og hartil legði hann dent á, at tá hann legði frá sær, skuldi tað verða fult og heilt.

- Eg gjørdi teimum greitt, at teir ikki skuldu velja meg til nakað sum helst innan FSF, tá eg legði frá mær sum formaður. Tað hevði ikki verið fair, hvørki móti eftirfylgjandi formanninum ella mær sjálvum, sigur Torleif Sigurðsson.

Tað, sum nú ræður um, er at hava so gott skil á sum møguligt, og ikki geva FIFA og UEFA nakað høvi til at tveita okkum úr felagsskapunum.

- Men tað skuldi ikki verið nakar vandi fyri tí. Í hvussu er ikki sum nú er, tí Føroyar hava gott umdømi í FIFA og UEFA-regi fyri at hava gott skil á og góða umsiting, sigur Torleif Sigurðsson.

Hann verður við til dystin leygardagin. Hann verður altíð boðin við, tá landsdystir eru. Og tað er jú ikki so undarligt, tí hann er av sonnum »the Grand old Man« innan føroyskan fótbólt – tað prógvar eisini hansara heiðurslimaskapur í UEFA.