Tað var sum dagur og nátt í Hólmanum

Heimaliðið átti fyrra hálvleik, og gestirnir vóru nógv betri við í seinna hálvleiki

Grannauppgerðin millum EB/Streym og Skála í Hólmanum á Eiði í kvøld endaði 1-1.

Í fyrra hálvleiki var heimaliðið greitt omaná, og tá legði Pætur J. Petersen heimaliðið framum.

 

Í seinna hálvleiki var Skála í heilt aðrari útgávu enn í fyrra hálvleiki, og tá eydnaðist tað at javna. Málskjútti var Jákup Johansen, sum við høvdinum stýrdi bóltin í málið, eftir at Leivur Joensen hevði lagt innfyri úr høgru.

Úrslitið ber við sær, at bæði liðini hava nítjan stig og harvið eru níggju stig frá niðurflytingarplássi og eitt stig frammanfyri Suðringar.

 

EB/Streyma venjarin harmast um, at tað ikki eydnaðist at halda tørn um leiðsluna, og at hansara menn í fyrra hálvleiki ikki megnaðu at økja um leiðsluna, tí teir høvdu møguleika til tað:

-Hugburðurin var alla tíðina góður, og vit skulu ikki gloyma, at Skála eigur eitt lið. Tað sóu vit í seinna hálvleiki, sigur EB/Streyma venjarin Heðin Askham.

 

Skála venjarin Eyðun Klakstein er ikki nøgdur við avrikið hjá hansara monnum í fyrra hálvleiki:

-Tað hevur verið upp og niður og upp higartil í ár, men hvørja ferð hava vit lagt nógv fyri. Tað gjørdu vit ikki í fyrra hálvleiki í kvøld. Vit vóru als ikki við, men tað var nógv betri í seinna hálvleiki. So vánaligt avrik sum í fyrra hálvleiki eigur ikki at koma fyri, og eg veit, at tað fer ikki at koma fyri aftur í ár, sigur Skála venjarin.

-Vit kunnu iðra okkum um, at tað ikki eydnaðist at skora sigursmálið í seinna hálvleiki, men tað nyttar ikki at gráta um spilta mjólk, Heldur fegnast við um javnleikin, sigur Eyðun Klakstein, sum ikki heldur sítt lið vera leyst av niðurflytingarhóttan:

-Tá ið tað er teoretiskur møguleiki fyri, at vit kunnu flyta niður, so er møguleiki fyri tí, og tað mugu vit fyrihalda okkum til.

 

EB/Streymur skal næstu ferð spæla á útivølli ímóti Suðringum.

Skála skal næstu ferð spæla á heimavølli ímóti 07 Vestur.

 

EB/Streymur – Skála 1-1 (1-0)

1-0: Pætur J. Petersen 22.

1-1: Jákup Johansen 75.

Dómari: Bjarki Danielsen