Tað var stutt millum heimasigrarnar

Ein endaði við javnleiki, meðan hinir fýra, sum seinnapartin hava verið í Onglandi, endaðu við heimasigri

27. umfar í fremstu eingilsku fótbóltsdeildini er hetta vikuskiftið. Í dag hava fimm dystir verið, ein er í kvøld, tríggir vera í morgin, og mánakvøldið verður sett punktum við einum dysti.

 

Í fýra av teimum fimm dystunum, sum vóru seinnapartin, endaði tað við heimasigri, og í einum føri endaði tað javnt. Tá hevði heimaliðið í síðstu løtu risa møguleika at skora sigursmálið, men Stoke misnýtti brotsspark.

 

Everton við Wayne Rooney og Theo Walcott á liðnum hevði vitjan av Crystal Palace, og tað var heimaliðið, sum vann tryggan 3-1 sigur. Øll málini vórðu skorað í seinna hálvleiki, og støðan var 3-0, tá ið gestirnir minkaðu um munin umvegis brotsspark.

 

Íslendigurin Gylfi Sigurðsson setti hol á.

 

Tað var nummar ellivu ímóti nummar tólv, tá ið West Ham hevði vitjan av Watford. Heimaliðið hevði ikki vunnið tríggjar tær seinastu ferðirnar. Watford hevði feskan 4-1 sigur ímóti Chelsea í viðførinum. Men í dag hilnaðist tað betri hjá West Ham, tí heimalilðið vann 2-0.

 

Burnley var á vitjan í Wales, har Swansea vann 1-0. Harvið var tað tíggjundi landskappinagardysturin á rað, at Burnley ikki vann fulla úrtøku. Swansea hevur vunnið úrtøku fimm tær seinatu ferðirnar og er nú klatrað fram á fimtanda plássið – tvey stig omanfyri strikuna.

 

Stoke hevði vitjan av Brighton, og tað endaði 1-1. Í evstu løtu hevði Stoke risa møguleika at skora sigursmálið, men heimaliðið misnýtti brotsspark.

 

Tíðliga seinnapartin vann Tottenham 1-0 á heimavølli ímóti Arsenal, sum harvið mest sum hevur mist møguleikan at vinna seg í europeisku meistarakappingina næsta summar. Tottenham hevur nú møguleika at vinna heiðursmerki.

 

Toppliðið Manchester City hevur klokkan 17.30 vitjan av Leicester City.

 

Tottenham – Arsenal 1-0

Everton -  Crystal Palace 3-1

Stoke – Brighton 1-1

Swansea – Burnley 1-0

West Ham – Watford 2-0

Í kvøld

Manchester City – Leicester kl. 17.30

 

1Man. City26223174:1969
2Man. Utd26175451:1856
3Tottenham27157552:2452
4Liverpool26149359:3151
5Chelsea26155646:2350
6Arsenal27136851:3645
7Burnley2799921:2436
8Leicester2698938:3535
9Everton27971132:4634
10Bournemouth26871130:3731
11Watford27861337:4730
12West Ham27791134:4630
13Brighton276101122:3628
14Crystal Palace27691225:4227
15Swansea27761420:3727
16Southampton265111028:3826
17Newcastle26671324:3625
18Stoke27671427:5325
19Huddersfield26661419:4624
20WBA263111221:3720

 

Í morgin

Huddersfield – Bournemouth kl. 12.00

Newcastle – Manchester United kl. 14.15

Southampton – Liverpool kl. 16.30

Mánadagin

Chelsea – West Bromwich Albion kl. 20.00