Tað var stong út hjá B36 í dag

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Tórður Thomsen heldur ikki eydnan var blíð við B36 í dag

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var gjørd við B36-málverjan, Tórð Thomsen fyrr í kvøld.

 

Tórður Thomsen og liðfelagarnir eru vónbrotnir aftaná 0-0 javnleikin ímóti TB á heimavølli. Tórður Thomsen heldur ikki, at eydnan var við B36, har bólturin trillaði eftir málstrikuni hjá TB, menn brendu upplagdar málmøguleikar, og TB-málverjin hevði nakrar stórbjargingar.

 

Tórður Thomsen og liðfelagarnir hava spælt fimm dystir ímóti liðum, sum vóru væntað at liggja lægri á stigatalvuni, og tað hevur givið 10 av 15 møguligum stigum. Nú bíða fýra dystir ímóti KÍ, NSÍ, HB og Víkingi, sum allir verða sera torførir.