Tað er eingin ivi. Kvinnurnar í Havnar Róðrarfelag, sum sita umborð á Sílinum, eru tær bestu í teirra kapping. Tað hava tær víst á fýra teimum undanfarnu stevnunum, og tað slerdu tað so rimmar fast í endaspurtinum í dag.
Í fínu líkindunum var tað hugaligt hjá áskoðarunum at síggja vakra róðurin og fína endaspurtin hjá Sílinum, sum sannførandi svam frá hinum bátunum.
Leingi var ógvuliga javnt. Báran, Katla og Frúgvin bjóðaðu av, og eina løtu var púra javnt ímillum hesar tríggjar bátarnar og Sílið.
So mistu Báran og Katla, meðan Frúgvin úr Miðvági eina løtu royndi at halda tørn. Tað megnaðu tær í eina løtu, men so stakk Sílið seg framum, og í endaspurtinum longdist munurin støðugt.
1 Sílið 05:16.10
2 Frúgvin 05:18.02
3 Katla 05:18.13
4 Báran 05:23.01
5 Erla Kongsdóttir 05:24.00
6 Ritan 05:29.04
7 Teistin 05:32.19
8 Blikur 05:42.22
1 Sílið 35
2 Frúgvin 30
3 Erla Kongsdóttir 21
4 Katla 20
5 Báran 15
6 Ritan 13
7 Teistin 5
8 Blikur 1
9 Havfrúgvin 1
10 Falkur 0