Norskt politi váttar nú, at tað var líkið av 16 ára gomlu Sigrid Giskegjerde Schjetne, sum varð funnið í einari skóg sunnar fyri Oslo í gjárkvøldið.
Líkið varð funnið við eina gøtu í útjaðaranum av einari skóg í einum ídnaðarøki í Kolbotn. Politiið sigur einki um, hvussu hon er myrd ella hvussu leingi hon hevur ligið í skógini.
Sigrid hevur verið horvin síðani hon var á veg him eftir at hava vitjað eina vinkonu 5. august.
Politiið hevur handtikið tveir mans og skuldsett teir fyri dráp ella hava viðvirkað til dráp. Meninir eru ávikavist 37 og 64 ára gamlir, har tann yngri framman undan er kendur av politiinum.