Hóast Kristina Háfoss legði kongin eftir bert sjey mánaðum sum mentamálaráðharri, sigur hon, at tað var rætt at taka av tilboðnum um sessin Hetta var ein avgerð, sum eg havi tikið sjálv, at heita á løgmann um at loysa meg úr starvinum sum mentamálaráðharri.
Tað segði Kristina Háfoss við Rás2. Hon segði víðari, at tíðin hevði verið ógvuliga spennandi og ógloymandi, og hóast nógva rumbulið í samgonguni, so hevði tað eydnast henni at seta skjøtul á fleiri stór og spennandi mál.
Hon vil ikki koma nærri inn á orsøkirnar annað enn, at tær eru persónligar. Heldur ikki vildi hon upplýsa, hvussu leingi hon hevði gingið við tonkunum um at leggja frá sær.
Hóast hon nú leggur frá sær eftir bert sjey mánaðum sum mentamálaráðharri, so heldur hon, at tað var rætt av henni at taka av tilboðnum, tá tað stóð henni í boði.
Sum umstøðurnar vóru tá, valdi eg ta røttu avgerðina, og tað angri eg ikki., segði Kristina Háfoss við Rás2.
Spurd, um hon hevði havt ein fingur við í spælinum, tá Petur Petersen fór úr mentamálaráðnum oman á løgmansskrivstovuna, segði hon, at tað útilokandi var hansara egna avgerð.
At enda segði Kristina Háfoss, at hon vildi ikki avskriva, at hon stillar upp til komandi val.
Eg havi altíð havt áhuga í politikki, og verða umstøðurnar til tað, vil eg ikki avvísa, at eg fari at stilla upp til eitt komandi løgtingsval, segði Kristina Háfoss við Rás2.